Sosialurin: Ferðavinnan leggur trýst á Strandferðsluna

Men uttan nýggj skip fær stovnurin ikki nøkta tørvin hjá ferðafólkum

Stóri vøksturin í ferðavinnuni seinnu árini hevur lagt eitt ávíst trýst á stovnar og fyritøkur, ið áður hava hvat ein meira avmarkaðan og eintáttaðan kundaskarða. Harímillum er Strandferðslan, ið vanliga hevur lagt ferðaætlanina eftir tørvinum hjá íbúgvunum á føroysku oyggjunum.


- Strandferðslan hevur eina siðvenja fyri at leggja ferðaætlanir við høvuðsdenti á tørvin hjá oyggjafólkunum. Tað vil siga, at ein oyggjabúgvi, um hann býr á Kalsoynni ella Suðuroynni, skal kunna sleppa til Havnar ella Klaksvíkar og koma aftur sama dag, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.


Men eftir at ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri Føroyum sum ferðamannaland, er hendan siðvenjan undir trýsti, og kallar stjórin tað fyri eitt dult stríð millum upprunaligu Føroyar og ferðavinnuna.


- Ferðafólk hava ein annan tørv enn tann, ið útoyggjabúgvar hava. Tað leggur trýst á Strandferðsluna, tí vit hava ikki skipini til tað. Tað er eitt dult stríð millum at nøkta tørvin hjá upprunaligu Føroyum og ferðavinnuna. Men inntil vit hava fingið endurnýggja flotan, verður okkara fremst uppgáva íbúgvarnir á útoyggj. Tey skulu ikki gloymast í øllum tí, ið gongur fyri seg, lovar Hilmar Eliasen.


Til ber at lesa meira um Strandferðsluna og ferðasambandið til útoyggjarnar í Vikuskiftis-Sosialinum, har temaið temaið hesaferð er um útoyggjarnar. Blaðið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.