At tað er tørvur á einum Kvinnuhúsið, ið kann veita eina hjálpandi hond, ráðgeving og eitt trygt stað at búgva til kvinnur, ið hava verið útsettar fyri harðskapi, bleiv enn einaferð staðfest, tá Kvinnuhúsið fyrr í mánaðinum lat úr hondum ársfrágreiðingina fyri 2018.
Í frágreiðingin staðfestir felagið, at Kvinnuhúsið hetta árið fekk 433 áheitanir um hjálp frá kvinnum, ið høvdu verið offur fyri harðskapi. Talan er sostatt um meira enn eina áheitan um dagin frá kvinnum, ið ikki vita onnur ráð enn at venda sær til Kvinnuhúsið, tá teimum tørva hjálp.
Talan er eisini um ein vøkstur frá 2017, tá talið av kvinnum, ið vendu sær til Kvinnuhúsið fyri hjálp, var 407.
Tá talið av kvinnum, ið søkja hjálp frá Kvinnuhúsinum, økist, er lætt at fella í tí fellu at staðfesta, at harðskapur móti kvinnum er í vøkstri her á landi. Men tað er at gera í so skjótt av, sigur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum.
- Harðskapur hevur altíð verið í føroyska samfelagnum, men tað er torført at siga, um tað var meira ella minni fyrr, tí tey hagtølini finnast ikki. Munurin er, at í dag verður tosað um tað. Hetta hóast tað á ongan hátt er lætt hjá kvinnum, ið eru útsettar fyri harðskapi, at tosa um tað og søkja sær hjálp. Tað er eitt tungt stig at taka, ið ikki fellir øllum lætt. Men tað er vorðið munandi lættari enn fyri nøkrum árum síðan, nevnir leiðarin sum eina av møguligu orsøkunum til vøksturin.
Til ber at lesa meira í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Temaið í blaðnum hesaferð er um harðskap móti kvinnum og Kvinnuhúsið.

Sosialurin: Kvinnuhúsið fekk 433 áheitanir í fjør

