Sosialurin letur upp redaktión í Norðoyggjum

Í dag letur Sosialurin upp sjálvstøðuga blaðredaktión í Klaksvík. Almenn móttøka verður í hølunum í Nólsoyar Pálsgøtu 1 klokkan 16

Í dag letur Sosialurin upp sjálvstøðuga redaktión, Norðoyardeild, í Klaksvík. Í hesum sambandi hevur blaðið leigað høli frá Karl Nielsen, í Nólsoyar Pálsgøtu 1, í bygninginum, har Eiler Foto helt til. Skrivstovuhølini eru í ovaru hæddini, út móti vágni.


Endamálið við hesi nýggju deildini í Norðoyggum er at koma meira víða kring landið og at gera blaðið meira sjónligt uttan fyri miðsteðarøkið. Sosialurin hevur annars havt blaðfólk í Klaksvík í eina tíð, men nú verður so lagt veruligt grundarlag undir eina sjálvstøðuga redaktión, sum burturav fer at hava til uppgávu at røkja tíðindaflutningin úr Norðoyggjum. Í tann mun tað ber til fer redaktiónin eisini at dekka part av Eysturoynni.


Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum sigur, at teir leingi hava arbeitt við hesum ætlanum. Nú tøknifrøðin er so framkomin er tíðin komin til gera ætlanina til veruleika. Í hesum sambandi hevur blaðið eisini innrættað seg væl og fingið til vega ta mest nýtímans útgerðina, tað veri seg teldur, internet, digital fototól, fax osfr.


Í fyrsta umfari verða tað fólk frá redaktiónini á Argjum, sum fara at taka sær av deildini í Norðoyggjum, men ætlanin er so við og við at fáa fólk á staðnum við í arbeiðið á redaktiónini. Ætlanin er so eisini, at íbúgvar í Norðoyggjum kunnu koma á skrivstovuna í Nólsoyar Pálsgøtu í ørindum eitt nú við lesarabrøvum, viðmerkingum, greinum, heilsanum, lýsingum og hvat tað nú skal vera.


Blaðstjórin á Sosialinum sigur, at teir við hesi roynd ikki hava nakað ynski um at koppa lokalblaðnum hjá Norðingum, Norðlýsinum. ?Tað blaðið hevur djúpar røtur har norðuri og fer altíð at vera veruliga lokalblaðið hjá norðingum. Pláss eigur tó at vera fyri Sosialinum, sum eisini fer at røkja aðrar uppgávur enn Norðlýsið tekur sær av. At vit koma út fimm ferðir um vikuna ger so eisini støðuna hjá bløðunum ymiska sigur Jan Müller, sum vónar, at henda nýggja royndin verður væl móttikin av øllum norðingum.


-Vit hava nú í fleiri ár havt blaðfólk, sum hevur arbeitt í Suðuroynni burturav. Áki Bertholdsen hevur við arbeiði sínum á skrivstovuni í Sandvík víst, hvussu stóran týdning tað hevur fyri eitt blað at hava fólk á staðnum. Nú fara vit so eitt stig víðari og byggja upp eina heilt sjálvstøðuga redaktión í einum øki av landinum sigur blaðstjórin á Sosialinum, sum ikki dylur fyri, at hetta er alt ein partur av eini framtíðar strategi hjá blaðnum at liva upp til skylduna at vera bæði eitt landsblað og eitt lokalblað sigur blaðstjórin og heldur fram:


-Soleiðis sum umstøðurnar eru í Føroyum, eru vit sum blað tvingað til bæði at vera eitt landsblað og eitt lokalblað um somu tíð. Hetta er ein stór avbjóðing og setir stór krøv til starvsfólkið. Og fyri at liva upp til skylduna at vera eitt lokalblað fyri øll øki uttan fyri miðsteðarøkið eisini, so eru vit noydd til eisini at arbeiða út frá lokaløkinum sjálvum sigur Jan Müller, sum samtíðis vísir á, at fyri tey økini, har lokalredaktiónir ikki verða settar á stovn, har verða heimildarfólk og rullandi redaktiónin hjá blaðnum framhaldandi at hava ein týðandi leiklut.


Ikki av tilvild

Jan Müller vísir annars á, at tað er ikki av tilvild, at man hevur valt Norðoyggjar til hesa fyrstu veruliga redaktiónina. Fyri tað fyrsta er Klaksvík næststørsti býurin í landinum. Harnæst eru Norðoyggjar eitt av okkara mest týðandi fiskivinnuøkjum. ?Vit fjølmiðlafólk eiga at taka í egnan barm og viðganga, at høvuðsvinnan fær ikki altíð tann dekning hon hevur uppiborið. Fyri at bøta um hetta og í størri mun seta fokus á fiskivinnu á sjógvi og á landi fara vit at at hava fasta redaktión í Klaksvík. Ein av høvuðsuppgávunum hjá henni verður at fylgja arbeiðinum hjá teimum fólkum, sum virka í fiskiflotanum, á virkjum á landi og eisini í alivinnuni, sum er vorðin ein týðandi táttur í búskapinum.


Sosialurin fer tó eisini at viðgera øll onnur hugsandi mál, sum hava við Klaksvíkina og bygdirnar norðan fyri at gera. Blaðstjórin dylur heldur ikki fyri, at nýggja redaktiónin eisini verður sett á stovn fyri at liva upp til ynskini hjá føroyingum flest, um at gerandisdagurin og viðurskiftini hjá fólki úti kring oyggjarnar hava eins stóran týdning fyri hetta land sum tey hjá íbúgvunum í miðsteðarøkinum.


Almenn móttøka er í hølunum í Nólsoyar Pálsgøtu fríggjadagin klokkan 16.


Telefonin hjá Norðoyarredaktiónini er 458686 og faksið er 458687. Telduposturin er [email protected]