Fyri at rætta hesu roknskapargjøgnumgongd hjá Kára Mikkelsen, so kann staðfestast, at roknaskapurin hjá Farex vísir eina stuttfreistaða skuld ultimo 2006 uppá 37,96 mió kr og eina ogn upp á sum sagt 37,60 mió kr, tað vil siga, at um nakar seriøsitetur hevði verið í hesi grein, hevði redaktørurin á Sosialinum komið til ta niðurstøðu, at skuldin var munurin millum ogn og skuld nemliga 352.000 kr.
So kann lesarin sjálvur gera eina meting, um tað er nakar munur, at Farex hevur eina skuld upp á 40 mió kr við árslok 2006 ella 352 tús kr.
Eg veit ikki, hvørjum bili Kári Mikkelsen koyrir í privat og hvør fíggjar bilin, men vónandi koyrir hann væl og er nøgdur við bilin, og tað hevur sum so einki við Sosialin at gera.
Mín privatbilur er ein Honda Jeepur sum ikki kostaði bert “ 350.000” kr men 329.000 kr og hann riggar væl.
Í staðin fyri at myndamaður hjá Sosialinum snýkir seg runt uttanfyri hjá Farex og tekur myndir av bygningum og bilum, so vil eg við hesum bjóða bæði myndamanni og Kára Mikkelsen at koma innar til ein kaffimunn.