Sosialurin til sølu

Á floksleiðslufundi leygardagin tók Javnaðarflokkurin avgerð um ætlaða sølu av Sosialinum

Søla

Javnaðarflokkurin hevur í dag sent út tíðindaskriv, har flokkurin sigur seg fara undir eina sølu av fyritøkunum, Sp/f Sosialurin og Sp/f Húsið. Millum annað verður sagt soleiðis í skrivinum, sum er sent fjølmiðlunum í dag.
    Høvuðsvirksemið hjá Sosialinum hevur síðani byrjan í 1927 verið siðbundna blaðútgávan. Við stóru broytingunum á fjølmiðlamarknaðinum seinastu árini, eru virkisøkini tó vorðin alt fleiri í tali.
    Menningin av fyritøkuni hevur seinni árini verið positiv. Bæði fíggjarliga og innihaldsliga, har vørurnar hjá blaðnum eru vorðnar eitt alt meira týðandi íkast til ein fjølbroyttan føroyskan fjølmiðlamarknað. Men tað er ein sannroynd í dag, at tilknýtið til ein politiskan flokk kann vera avmarkandi fyri virksemið hjá Sosialinum framyvir.
    Tað er í tíðarinnar anda, at fjølmiðlarnir skulu vera frælsir og óheftir. Hetta hevur eisini eyðkent menningina av Sosialinum, sum í fleiri ár hevur virkað óheftur av politiskum áhugamálum hjá ánaranum.
    Ein loysing frá ánaranum vil í stóran mun vera ein fortreyt fyri, at fyritøkan kann halda áfram við teirri positivu menning, sum hon hevur verið fyri seinnu árini.
    Ásannandi hetta hevur Javnaðarflokkurin tikið avgerð um at selja Sp/f Sosalurin og Sp/f Húsið.
    Tætta tilknýtið millum Sp/f Sosialin og Sp/f Húsið er orsøkin til, at Javnaðarflokkurin hevur avgjørt at selja bæði feløgini.
    Við atliti til m.a. at tryggja fjølbroytni og óheftni á føroyska fjølmiðlamarknaðinum tilskilar Javnaðarflokkurin sær til eina og hvørja tíð rætt til at góðtaka ella vraka eitt og hvørt boð..