Fleiri dystir hava í dag verið í ensku Premier League.
Tað úrslitið, ið hevur tikið tey flestu av bóli er tað, at tað eydnaðist Southampton at vinna heili 8-0 á heimavølli móti Sunderland.
Sjálvt um 8-0 er ein stórur sigur, so er tað tó ikki tann størsti í Premier League søguni nakrantíð. Metið eigur Manchester United frá 1995, tá teir vunnu heili 9-0 á Ipswich.
Hóast Southampton undan dystinum var greiður favorittur, so vóru tað tó fá, ið høvdu ímyndað sær ein so stóran sigur til heimaliðið.
Southampton, ið seldi fleiri av sínum lyklaleikarum frá farna kappingarárið til størri feløg, er við stórsigrinum í dag á einum triðja plássið í Premier League.
Einastu liðini, ið eru frammanfyri Southampton eru Chelsea og Manchester City. Tey bæði liðini greiddu sína eisini sína skyldu í dag.
Manchester City vann á heimavølli 4-1 móti Tottenham, meðan Chelsea vann grannauppgerðina á útivølli móti Crystal Palace 2-1.
Úrslitini í Premier League í dag:
Manchester City – Tottenham 4-1 (2-1)
1-0 Sergio Aguero
1-1 Christian Eriksen
2-1 Sergio Aguero
3-1 Sergio Aguero
4-1 Sergio Aguero
Arsenal – Hull 2-2 (1-1)
1-0 Alexis Sanchez
1-1 Mohamed Diamé
1-2 Abel Hernandez
2-2 Danny Welbeck
Burnley – West Ham 1-3 (0-0)
0-1 Diafra Sakho
0-2 Enner Valencia
1-2 George Boyd
1-3 Carlton Cole
Crystal Palace – Chelsea 1-2 (0-1)
0-1 Oscar
0-2 Cesc Fabregas
1-2 Fraizer Campbell
Everton – Aston Villa 3-0 (1-0)
1-0 Phil Jagielka
2-0 Romelu Lukaku
3-0 Seamus Coleman
Southampton – Sunderland 8-0 (3-0)
1-0 Santiago Vergini (sjálvmál)
2-0 Graziano Pelle
3-0 Jack Cork
4-0 Liam Bridcutt (sjálvmál)
5-0 Graziano Pelle
6-0 Dusan Tadic
7-0 Victor Wanyama
8-0 Sadio Mane
Newcastle – Leicester 1-0 (0-0)
1-0 Gabriel Obertan