Sri, ið er ættaður úr Sri Lanka, kom til Føroyar fyrstu ferð í 1989. Eftir at hava búð 12 ár í Danmark, kom hann aftur til Føroya í 2001. Í Danmark arbeiddi hann í 9 ár hjá málingaverksmiðjuni Dyrup, har hann fekk útbúgving sum procesoperatørur við litum og lakki sum sergrein. Handilin selur máling av merkjunum Dyrup´s, Gori og Bondex. Umframt tað hevur handilin eisini ta nýggjastu Flora málingina frá Dyrup´s, sum einans fæst har. Annars er alt tað vanliga til málingabranchuna at fáa hjá Sp/f SRI, sum heldur til í hølunuum, har Daddan fyrr seldi barnaklæðir, yvir av bilstøðini Auto.