Spøkilsishøvundarnir funnir

Sólrún Michelsen og Sámal Kristian Jacobsen vunnu kappingina hjá Bókadeildini um at skriva spøkilsissøgu til børn

tíðindaskriv

Fyrst í desember skrivaði Bókadeild Føroya Lærarafelags út kapping um at skriva spøkilsissøgu til 9-12 ára gomul børn. Endamálið er at vera við í stórari norðurlendskari bókaútgávu við nýggjum spøkilsissøgum, sum hava støði í gamlari frásøgumentan. Í savninum verða 8 norðurlendsk forløg umboðað við einari ella tveimum søgum hvørt.
33 søgur komu inn til kappingina, og Bókadeild Føroya Lærarafelags fegnast um stóru undirtøkuna. Nógvar søgur eru góðar, so tað var ikki lætt at velja burturúr. Men havandi í huga, at søgurnar eru ætlaðar 9-12 ára gomlum børnum, máttu fleiri sáldast burturfrá, tí tær venda sær til ung.
Dómsnevndin samdist um tvær søgur: "Óvitar" eftir Sólrún Michelsen og "Spøkilsi, spøkilsi" eftir Sámal Kristian Jacobsen. Hesar søgur eru rættiligar ólíkar, men eru báðar heilskapaðar og hóska væl til aldursbólkin. Avdúkað verður ikki, hvussu søgugongdin er, men báðar eru sum vera man um tað yvirnatúrliga, onnur meira stillfør og innilig, hin við meira aktión og humor. Og báðar eru tær nútíðarligar.
Umframt at vinnararnir fáa eina virðisløn á kr. 7.500 hvør, sleppa teir saman við forlagsfólki á ráðstevnu í Reykjavík eitt vikuskifti fyrst í apríl, har úrvaldu søgurnar frá ymsu londunum verða umrøddar og betraðar saman við bókmentafólkum, ið eru serkøn í júst hesum bókmentaslag. Miðað verður eftir bókaútgávu á øllum norðurlendsku málunum heystið 2006 í øllum Norðurlondum samstundis. Hvørt land finnur eitt listafólk at myndprýða sínar søgur.
Sum nevnt komu so nógvar frálíkar søgur inn, at Bókadeildin ætlar at geva út eitt savn til ung og annars øll, ið hava hug at lesa spennandi søgur. Í næstum fer dómsnevndin at velja einar 10 - 15 søgur burturúr, og síðan fer forlagið at seta seg í samband við høvundarnar, ið eiga hesar søgurnar, og greiða teimum frá ætlanunum.