UPPTAKT
Teir eru samdir um tað í Vági og í Vágum. Tann teirra, sum megnar at vinna innanhýsis uppgerðina í Miðvági í morgin, fer eftir átjan umfør at hava góðan møguleika fyri at sleppa undan níggjunda plássinum og harvið longdum leikári og hóttanini av niðurflyting.
Hjá vágbingum eru allir spælararnir tøkir. Eisini danski álopsmaðurin, Brian Andresen, sum orsaka av skaði ikki var førur fyri at spæla ímóti KÍ. Eingin ivi er um, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu í morgin. At hann verður við, ber við sær, at onkur annar av útlendsku VB spælarunum verður uttanfyri. Ásetingarnar siga, at hámarkstalið fyri útlendingar er fýra. Einki forðar fyri, at ein fimti útlendingur verður á VB beinkinum, og at hann verður skiftur inn fyri ein annan útlending.
? Tað hevur altíð verið torført hjá okkum at spæla í Vágum. Síðsta sunnudag fluttu vit eitt pláss upp, og vit høvdu verið stak væl nøgdir, um tað sunnudagin hevði eydnast hjá okkum at varðveitt plássið, siga teir í Vági. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir høvdu verið nøgdir við eitt stig í morgin.
Fleiri ivasamir
Vágamenn vunnu í triðja umfarinum 3?2 í Vági. Tað átti at givið ábendingar um, at møguleikarnir fyri trimum stigum í morgin eru góðir. Sjálvandi síggja teir í FSV sær møguleika at vinna í morgin, men teir vísa samstundis á, at VB liðið er rættuliga nógv broytt og styrkt, síðani FSV 29. mai var í Vági.
Sjúrður Ellefsen var ikki við ímóti GÍ, og hann verður heldur ikki við í morgin. Jens Erik Rasmussen noyddist at taka seg aftur eftir eitt korter í Gøtu, og tað var í gjár rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í morgin. Birgir Joensen loysti Jens Erik av, og tað var vorðið sum avloysari. Birgir hevur ikki fingið nógvar møguleikar í ár. Tá ið hann endiliga fekk møguleikan at spæla mesta partin av tíðini, skoraði hann annað málið og legði upp til hitt í javnleikinum í Gøtu. Kim Poulsen hevur ikki vant saman við hinum í vikuni, og tá ið vit tosaðu vestur í Vágar, var tað óvist, um Albert Ari Thomassen verður førur fyri at spæla. Hann lá sjúkur í gjár.