Spæla á middegi

Fult umfar er í kvinnukappingini í fótbólti ídag

Longu klokkan 12.30 verður fyrsta bríksl í tveimum av teimum trimum dystunum í kvinnukappingini í fótbólti.

Á Skála fær EBS/Skála vitjan av ÍF/Víkingi, sum framvegis bíðar eftir fyrsta stiginum.

 

Hinir báðir dystirnir vera í Gundadali. Tann fyrri verður millum B36 og B68, og tann seinni verður millum HB og toppliðið KÍ.

 

EBS/Skála-ÍF/Víkingur: Stephan Peturson kl. 12.30

HB-KÍ: Suni Fríði Johannesen kl. 17.30

B36-B68: Bent Tommy Linklett kl. 12.30

 

Støðan

KÍ 15 stig

EBS/Skála 12 stig

HB 9 stig

B36 6 stig

B68 3 stig

ÍF/Víkingur 0 stig

B68 hevur spælt seks dystir, B36 hevur spælt fýra dystir, og hini liðini hava spælt fimm dystir.