Tað hevur verið togað aftur og fram fleiri ferðir, men nú tykist tað vera greitt, nær teir báðir toppdystirnir í Betrideildini verða spældir.
Upprunaliga vórðu teir settir at vera sunnudagin 23. august. Europafótbólturin var orsøk til, at teir vóru fluttir. KÍ – HB og NSÍ – B36 vórðu ásettir at vera fríggjakvøldið 11. september. Fyrr í vikuni varð hetta broytt til leygardagin 12. september. Orsøkin segðist vera, at teir, sum í dag spældu á U-21 landsliðnum, høvdu krav uppá at hvíla í fýra dagar, áðrenn teir aftur skuldu í eldin.
Síðani tað varð greitt, at dystirnir vórðu fluttir til leygardagin, hevur tað verið bíðað eftir, hvat klokkan ætlanin var, at bólturin skuldi fara á rull í Klaksvík og í Runavík.
Í gjár stóð at lesa á Cometskipanini hjá FSF, at dysturin í Runavík var settur at vera klokkan 18 leygarkvøldið, meðan tað einki var at síggja til, nær dysturin í Klaksvík fór at vera.
Í kvøld ber til at lesa á Cometskipanini, at nú er ásett, at dysturin í Klaksvík verður klokkan 18, og at dysturin í Runavík verður klokkan 20 og ikki klokkan 18.
Sunnudagin 13. september vera tveir dystir í 19. umfari – EB/Streymur – Víkingur og AB – TB. Týsdagin verður ein dystur í 19. umfari – Skála – KÍ. Teir báðir síðstu dystirnir í 19. umfari eru útsettir til mikudagin 28. oktober – ÍF – B36 og HB – ÍF.