Ein føroyskur ungdómssjónleikarabólkur, er fyri stuttum komin aftur av uttanlanda ferð. Tey hava ferðast kring norðanlondini, og spælt sjónleik. Tann partin av leikinum sum føroyingar spæla snýr seg um neyðtøku. Hin parturin av leikinum snýr seg um onnur viðkvom evni t.d. homoseksualitet og insest.
Sjónleikaratiltakið verður rópt Fenris, og er 4 hvørt ár, her savnast ungdómar úr øllum norðanlondunum. Ætlanin við Fenris er at menna áhugan fyri sjónleiki millum ung.
Føroyar vóru aftur hesu fer umboðaðar til stevnuna. Luttakarinir vóru Marta Johannesen, Rannvá Jacobsen, Rúna Jacobsen, Herfríð Hammer og Ragnar Jacobsen, og vóru tey millum 15-17 ár. Hetta ungaferðalag hevði 2 leiðarar við sær, Amandu Ellingsgaard og Poulinu Jensen. Soleiðis bleiv ferðalagið frá Føroyum 7 fólk, men vegna sjúku var ein sjónleikari ikki við allan túrin. Luttakaratalið til alla stevnuna var uml. 100, harav 15 leiðarar.
Fyri trimum árum síðan byrjaðu tey at hava onkrar samstarvsfundir landana millum. Og fyri hálvumøðrum árið síðani, byrjaðu tey at venja og halda fundir saman, eina ferð um vikuna. Eisini vóru tey uttanlanda einar seks ferðir áðrenn stevnuna, har tey hildu fundir og vandu saman við hinum londunum.
25. juni vóru grønlendarir og danir í Føroyum. Tíðin hjá teimum her, fór einamest við at læra hvønn annan betur at kenna, og uppliva náttúruna. 27. juni vóru allir luttakarinir, undantikið íslendarir, samlaðir í Føroyum, samað dag fór alt ferðalagi úr Føroyum til Ísland. Í Íslandi vóru tey í tvær vikur. Har var sera strævið. Tey vandu frá nýggju á morgni til týggju um kvøldið. Umframt allar venjingarnar, høvdu tey eisini tvær framførðslur. Úr Íslandi fóru allir >>fenrisanir<< aftur til Føroyar. Her vandu tey eisini, og høvdu eina framførðslu í norðurlandahúsinum, har nógv fólk var komi at hyggja. So gekk leiðin til Norra, har tey fóru beinleiðis til Svøríkis við bussi. Í Svøríki vóru tey í eina lítla viku, og høvdu tvær framførðslur. Frá Svøríki til Áland. Í Álandi høvdu tey meir frítíð enn áður, og hetta kom væl við. Har høvdu tey eisini eina framførðslu. Aftaná fýra dagar í Álandi, koyrdu tey við bussi gjøgnum Svøríki til Norra. Hiðani tóku tey eina ferju yvir um til Danmarkar. Í Humlebæk í Danmark vóru tey í eina viku. Hetta var samstundis síðsta vikan á túrinum. Her høvdu tey tvær framførðslur, og báðu ferðinar var fullsett. Men sum við øllum øðrum, so fekk hetta ævintýr eisini ein enda. 4. august var dagurin tá øll máttu pakka saman, og venda nøsina heim eftir. Tað var ikki læt at siga farvæl við øll hesi fólk, man á túrinum hevði lært at kenna, men aftaná eina seks viku langa ferð, gleddu tey uttan iva eins nógv at koma heim aftur, sum at fara avstað. 6. august var føroyska ferðalagi heima aftur.
Hetta var ein sera lærurík ferð. Bólkurin hevði tað sera gott saman, og er hetta ein uppliving, sum tey ikki høvdu vilja verið fyri uttan. Undir ferðingini í ymisku londunum, búðu tey hjá vertsfamiljum, og uppá tann mátan koma tey at læra nógv um aðra mentan og onnur fólk.