Spældu við hjartanum

Serbiski venjarin, Radomir Antic, helt eftir dystin, at føroyska landsliðið veruliga stríddist fyri lívinum. – Eg haldi at tit tykkara spælarar spældu við hjartanum. Teir vildu kanska ikki so nógv frameftir, men teir gjørdu tað trupult hjá okkum. Eisini tí teir vóru somikið dugnaligir at draga ferðina burtur úr dystinum, segði Radomir Antic, sum tó ikki vildi kalla føroyska spælið fyri primitivt.