Spælið er liðugt

Irak hevur ongan sendiharra á ST-høvuðsborgini í New York longur. Mohammed Aldouri, sendiharri fór gjáranáttina við flogfari úr New York til París.
- Spælið er liðugt. og nú byrjar arbeiðið fyri friði. Vit vóna, at friðurin fer at sigra, segði Aldouri, sum er tann fyrsti almenni irakski umboðsmaðurin uttanlands, sum hevur ásannað, at stýrið hjá Saddam Hussein ræður ikki fyri borgum í Bagdad longur.
Seinastu dagarnar hava nógv tíðindafólk gingið aftan á Mohammed Aldouri. Fyrrakvøldið eydnaðist nøkrum teirra at fáa orð á hann, og tað var tá, hann ásannaði støðuna. Hann segði eisini, at hann hevði ikki havt samband við stjórnina í Bagdad í fleiri dagar.
Tað er framvegis ikki greitt, hvussu verður við hinum almennu iraksku umboðunum á ST-høvuðsborgini.