Fótbóltur
Fótbóltslagið á Skála fekk seinnapartin sunnudagin innspræningina, sum teir í fjúrtan landskappingardystum hava bíðað eftir.
EB/Streymur vitjaði. Tá tíggju minuttir vóru farnir, sá miðverjin Christian Carlsson gult fyri aðru ferð. Eingin annar vegur var so enn undir brúsuna, og við tíggju monnum var uppgávan ov stór hjá Trygva Mortensen og hansara monnum. Marni Djurhuus, sum hevur verið á vongverjanum í høgru og sum hesa ferð vikarieraði fyri Ronnie Samuelsen mitt á miðvøllinum, fór í miðverjuna, Sorin Anghel fór aftur á miðvøllin, og so var Jón Sigurd Gleðisheygg einsamallur á toppinum.
Dygst eftir útvísingina var tvær ferðir um reppið, at undirmannaðu gestirnir fingu mál. Í fyrra førinum var Teitur Joensen púra leysur í høgru. Í staðin fyri at royna ímóti málinum, spældi hann upp á tvørs, men Jón Sigurd Gleðisheygg fekk ikki fatur á. Í seinna førinum var tað Sorin Anghel, sum var leysur í málteiginum. Eisini hann royndi at spæla upp á tvørs í staðin fyri at skjóta, og so spurdist einki burturúr.
Nýttu breidd og longd
Skála hevði dreingjaliðsspælaran Heina Christiansen í málinum fyri leikbannaða Eugen Voda. Burtursæð frá næstan royndunum, sum vórðu nevndar omanfyri, hevði málverjin ikki so nógv at gera. Men tá støðan var 2?1, var um reppið, at EB/Streymur skoraði. Eftir álop í høgru varð spælt út frá til liðformannin Jákup Martin Joensen, sum smekkaði til, men bólturin fór tíggju centimetrar omanfyri tvørtræið.
Skála misti í 1. hálvleiki miðverjan Paula Poulsen, sum varð skaddur í munninum. Tá varð Rúni Rasmussen fluttur í miðverjuna, og Ronnie Hansen kom inn á vongverjan.
Teir á heimaliðnum vóru væl upplagdir. Teir brúktu alla vallar breiddina, spældu í dýpdina til skjótu álopsmenninar, og harvið dugdu teir væl at gera nyttu av, at teir vóru ellivu ímóti tíggju. Sammett við fyrr í ár hildu teir ikki so nógv fólk aftanfyri bóltin, men tað kundi sjálvsagt komast av, at teir vóru fleiri á vøllinum enn mótstøðumenninir.
At Skála ikki kom á odda í 1. hálvleiki kunnu teir í EB/Streymi fyrst og fremst takka Gunnari á Steig fyri. Hann var ein sannur brandur í málinum. Einar tríggjar ferðir bjargaði hann framúr væl, og tá bólturin ta einu ferðina fór framvið honum, brast hann í samankomingina.
Málríkt
Í 2. hálvleiki komu málini, sum alt fyrra umfarið høvdu verið væntandi. Ein tími var farin, tá miðvallarin í vinstru, Kári Nielsen, setti hol á. Hann royndi við skoti av brotsteigarmarkinum, bólturin kitlaði ein av verjuspælarunum, áðrenn hann fór tætt inn við stólpanum.
Jónhard Frederiksberg, sum saman við Alexandur Johansen var sera eyðsýndur í álopinum, økti til 2?0. Hann rann einsamallur ímóti málinum, sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin í málið.
EB/Streymur svaraði aftur við frísparkskombinatiónini, sum teir eisini fyrr í summar hava fingið nógv burturúr. Marni Djurhuus spældi Pazek, sum spældi út frá til Jákup Martin Joesen, og hann skoraði.
Hanus Thorleifsson, sum fyrstu ferð fekk møguleikan frá byrjan, var í høgru upphavi til 3?1 málið. Hann sneiddi framvið trimum og gjørdist einsamallur við málverjanum. Í staðin fyri at royna sjálvur, trillaði hann bóltin upp á tvørs til rumenska miðvallaran, og so var mál.
Skála hevði fleiri aðrar møguleikar. Eitt nú royndi Jonhard Frederiksberg eina ferð at sneiða framvið málverjanum. Tað miseydnaðist, og einki var at siga til, at púra leysi Alexandur Johansen iðraði seg. Men tað mundi alt vera gloymt, tá skálamenn fóru av vøllinum við trimum stigum og við góðu tíðindunum úr Vági um, at TB hevði tapt stórt har suðuri.
Dysturin í tølum
Skála-EB/Streymur3-1 (0-0)
1-0: Kári Nielsen 54
2-0: Jonhard Frederiksberg 85
2-1: Jákup Martin Joensen 86
3-1: Alexandru Gabor 88
Dómari: Niklas á Líðarenda
Skála: Heini Christiansen ? Rúni Rasmussen, Pauli Poulsen, Bent Djurhuus, Áki Petersen ? Hanus Thorleifsson, Pauli Hansen, Gheorghe Callo, Kári Nielsen ? Alexandur Johansen, Jonhard Frederiksberg
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Andrzej Pacek, Christian Carlsson, Eyðfinn Joensen ? Teitur Joensen, Jákup Martin Joensen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Jón Sigurd Gleðinheygg