Spæligleðin skal dríva verkið

Musikkskúlin í Suðuroy gongur nýggjar leiðir fyri at fáa meiri burturúr pengunum og tað stendur ikki á at fáa næmingar

Musikkskúli

? Børn vita oftani ikki, hvat tey hava hug til. Tí eiga vit at beina tey á røttu kós.
Hetta er ein sannroynd, sum musikkskúlin í Suðuroy hevur tikið til sín.
Musikkskúlin í Suðuroy gongur nú nýggjar leiðir.
Endamálið er fyrst og fremst at fáa børn at taka ljóðføri í hond. Men endamálið er eisini at fáa meiri burturúr tí avmarkaða peningi, sum verður tillutaður musikkskúlanum.
Men tað er altíð spæligleðin og hugurin, sum skal dríva verkið, sigur Ulf Nordlund, studentaskúlalærari, musikkskúlalærari og leiðari fyri musikkskúlan í Suðuroy.

Leita eftir næmingum
Hann hevur sera drúgvar royndir í at arbeiða við børnum og hann sigur, at ofta er tað trupult at fáa næmingar til musikkskúlan.
?Tað vanliga er, at musikkskúlin letur næmingarnar koma til sín. Tað er ikki vanligt, at musikkskúlin ger eitt uppsøkjandi arbeiði fyri at fáa næmingar.
Men tað ger musikkskúlin í Suðuroy.
Farið verður út á skúlarnar at royna tónlistarligu evnini hjá næmingunum. Við sær hava lærararnir eina serliga tónleikaroynd.
? Tað ræður um at finna teir næmingar, sum hava evnini at spæla og at eggja teimum at ganga í musikkskúla. Vit skulu finna teir evnaríku næmingarnar og geva teimum møguleikan at royna seg, sigur Ulf Nordlund.
? Á henda hátt fáa vit eggja næmingarnar at melda seg í skúlan. Vit fortelja næmingunum, at vit halda, at teir hava góð evni at spæla eitt ávíst ljóðføri og at vit halda, at teir áttu at melda seg til skúlan.
? Hetta er eitt tilboð til næmingarnar, sum teir allarflestu taka av.
Tað stendur heldur ikki á at fáa næmingar til musikkskúlan.

Undirvísa í bólkum
Men í Suðuroy brúka teir ikki einstaklingaundirvísing, har ein lærari venur við einstøkum næmingum.
?Vit halda, at vit fáa ikki nóg nógv fyri peningin á tann hátt. Tí hava vit heldur gjørt størri orkestur, har vit fáa undirvíst fleiri næmingum ísenn. Einasti máti at fáa sum mest burturúr pengunum, er at undirvísa í bólkum.
Hann heldur, at tað er neyðugt at ganga aðrar leiðir við musikkskúlanum úti um landið, har bygdirnar eru spjaddar, enn tað tey ganga í Havnini og í Klaksvík, har alt er samlað.
? Men tað skal gerast á ein hátt sum ger, at næmingarnir tíma at halda á.
Hann dylir kortini ikki fyri, at tá ið næmingarnir verða heilt dugnaligir at at spæla uppá, so verður tað neyðugt við einstaklingaundirvísing.
? Men tað er yvirhøvur ikki tað, vit tosa um á hesum støðinum.Vit skulu hava tað stuttligt og tann sosiala samveran hevur stóran týdning í undirvísingini.
? Men tað skal heldur ikki takast frá næmingunum, at nógvir teimum eru rættiliga evnaríkir. Teir skulu bara haldast til.
Yvirhøvur heldur musikkskúlalærarin, at tað eru nógv fleiri børn við tónlistarligum evnum í Føroyum, enn tað er vanligt í Danmark, Svøríki hinum norðurlondum.
? Í Føroyum eru nakrir serligir møguleikar at menna tónleikarar, sum eg ikki havi sæð aðrastaðni.
Hann veit ikki, hví so er, men hann ein orsøk kann vera, at føroyingar eru vanir at syngja allarstaðni, har teir eru.
Lærarin leggur afturat, at musikkskúlin hevur eisini fingið samstarv í lag við Vágs skúla,
soleiðis at næmingar við atferðartrupulleikum av ymsum slagi sleppa í musikkskúlan at spæla.
Hann sigur, at royndirnar av hesum eru sera góðar, bæði tí næmingarnir hava evni at spæla og tí at skúlin leggur til merkis, at tað eisini mennir næmingin á annan hátt.
Hann sigur, at hesin áhugin hjá børnunum í Suðuroy at spæla í musikkskúlanum, speglast aftur í samfelagnum annars. Eitt nú vísur tað seg nú at vera nógv lættari hjá skúlanum at fáa fyritøkur at stuðla skúlanum peningaliga, eitt nú hevur skúlin fingið munagóðan stuðul frá sparikassunum báðum, Suðuroyar og Føroya.

Konsertir hetta vikuskiftið
Fyribils úrslitið av royndunum í Suðuroy verður at hoyra hetta vikuskiftið, tá ið orkesturvikuskifti verður í skúlanum í Trongisvági.
Hetta vikuskiftið fara musikkskúlanæmingarnir at vísa síni kynstur fyri suðuroyingum í einum stórum harmoniorkestri og einum hornorkestri.
Umframt næmingarnar, verða eisini Tvøroyrar Hornorkestur, GHM, Klarinetorkestrið og Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestur við.
Í tí sambandinum verður konsert í skúlanum í Trongisvági seinnapartin sunnudagin klokkan 15.