Spælir dyst nummar 600

Hann hevur higartil leikt 599 dystir fyri Manchester United og skotið fleiri enn 100 mál.

 

Ryan Giggs var við, tá Premier League varð stovnað og hann er við enn, og er soleiðis ein livandi legenda.

 

Hann hevur vunnið 11 meistaraheiti, og tað er meiri enn nakar annar hevur gjørt, og sum sagt ? verður hann við ella kemur inn í dystinum móti Tottenham í dag, er tað dystur nummar 600 hann spælir fyri Manchester United.