Tá ið landsliðið um mánaðarskiftið februar/mars kom aftur av venjingarlegu í Spania, segði Allan Simonsen, landsliðsvenjari, at spælararnir vóru betri fyri, enn teir høvdu verið undanfarin ár.
Men síðani hevur kavin verið føroyska fótbóltinum til so stóran ampa, at spælararnir nú ikki hava tann førleikan, sum teir eiga at hava mitt í apríl mánaði. Tað heldur Petur Simonsen, venjarin hjá B68, sum er ein tann royndasti venjarin í landinum:
? Eg havi tosað við onkrar av hinum venjarunum eisini, og teir eru av somu áskoðan. Í mars lá kavin leingi, og tá bar illa til at venja, og tað bar als ikki til at venja við bólti undir vanligum treytum. Nú høvdu vit roknað við at fingið fínpussað formin, men so kom hesin kavin, og í staðin fyri at spælararnir komu í ta venjingarstøðu, sum teir eiga at vera í, tá farið verður undir landskappingina, so hevur venjingin ligið meiri ella minni still, og tað merkir, at teir eru verri fyri nú, enn teir vóru fyri einari góðari viku síðani.
Tronga skipanin
Petur Simonsen sigur, at í B68 tóku teir sær av løttum í venjingini í vikuni undan páskavikuni:
? Vit so at siga ladaðu upp til allar dystirnar, sum eftir ætlanini skuldu vera í bólkaumfarinum í steypakappingini. Ætlanin var jú, at vit skuldu spæla fýra dystir í átta dagar. Tað er strevið, men tað hevði verið gagnligt.
Petur Simonsen heldur, at í landskappingini hevði tað ikki borið til at spælt fýra dystir í átta dagar, men hann heldur, at hetta bæði hevði borið til og verið gagnligt í steypakappingini:
? Í steypakappingini snýr tað seg sjálvsagt um at kvalifiserað seg til endaspælið, men eg haldi, at flestu feløgini eisini síggja bólkaumfarið sum eitt gott høvi til at pussa formin av, áðrenn tað verður farið undir landskappingina. Tá spælararnir spæla nógv, verður bóltførleikin, taktiska medvitið og kropsligi førleikin betri, men hesum fáa vit altso ikki gagn av á hesum sinni.
Nú verða nógvir dystir spældir mitt í viku, og tað fer so aftur at hava við sær, at venjingin úti í feløgunum ikki verður tann, sum hon hevði verið, um eingir dystir vóru. Men hetta eru korini, sum føroyingar og føroyskur fótbóltur liva undir.