Stjørnuspælarin hjá Atletico Madrid, Antoine Griezmann visti av ongum meðan hann stríddist fyri franska fótbóltslandsliðið á Stadé de France leikvøllinum í París, har Frakland spældi venjingardyst ímóti týsku heimsmeistarunum. Ein dystur, sum Frakland vann 2-0, men tað er ikki tað, sum stendur eftir.
Samstundis var systur hansara stødd í Bataclan konserthøllini, har yvirgangsmenn hava dripið minst 87 fólk. Aftaná dystin fekk Antoine Griezmann at vita, at systur hansara hevði verið stødd í Bataclan konserthøllini, og var sloppin við lívinum.
"Takk Gud fyri, at systur mín slapp frá hendingini á lívi. Mínir tankar leita til tey, sum deyð eru, og familjur teirra. Leingi livi Frakland", skrivaði Antoine Griezmann á Twitter profili sínum aftaná dystin.
Týska landsliðið yvirnáttaði á leikvøllarøkinum av trygdarávum. Týski hópurin fór heim til Týsklands við flogfari tíðliga í morgun.