- Spældu verri enn rottur

Spanskt blað hevur ikki blíð orð at bera Malmö FF eftir dystin ímóti Real Madrid í gjár.

Tað var Dávid ímóti Goliath, tá ið svenska felagið Malmö FF í gjarkvøldið fekk vitjan av spanska risanum, Real Madrid. Cristiano Ronaldo stóð fyri báðum málunum í 2-0-sigrinum hjá sponsku stórfavorittunum, og vóru hesi málini nummar 500 og 501 á yrkisleið hansara.

Bæði svenskir og spanskir miðlar rósa Malmö FF fyri góðan stríðsanda, og flestu teirra eru á einum máli um, at Malmö FF legði eitt gott avrik eftir seg. Ein, sum tó er púra ósamdur, er Julián Ruiz, ið skrivar fyri blaðið El Mundo.

- Hetta minti meg um eitt av fyrstu umførunum í sponsku steypakappingini, har Real Madrid møtti einum liði úr triðbestu deildini. Eitt serstakliga yvirlegið fótbóltslið, sum hvørki hevði orsøk ella vilja til at renna eitt lið umkoll, sum spældi verri enn rottur og var í álopi 11 ferðir. Dølskt, hugtungt og syrgiligt. Hetta var ein ræðuligur fótbóltsdystur, vóru bersøgnu orðini hjá honum í El Mundo í dag.

AS helt eisini, at Malmö FF manglaði talent, men á tí blaðnum var lagið eftir øllum at døma betri og pláss var fyri rósum til svenska liðið.

- Malmö FF skal rósast fyri, at teir ikki lótu Real Madrid stjala taktikk-bókina og teir góvu ikki bara sigurin burt fyri sveittutar troyggjur. Teir møttu við einum væl samansnikkaðum liði, sum hevði góða balansu heldur enn talent. Skandinavisk styrki blandað við Balkan og afrikanskari drívmegi, skrivar AS í dag.