Wing Commander er ímyndin av rúmdarkrígsspølum. Tað er ein samantvinnan av góðum actionspæli, har flogið verður runt í hugvekjandi rúmdarferjum og oyðileggur fíggindar, og so ein framhaldssøga um hetjukenda stríð menniskjunnar móti óndum og ágangandi aliens, alt sagt um meiri ella minni langar filmsstubbar.
Seinasta útgávan var næstan meiri filmað ævintýr enn verulig action. Ein stórur partur av spælinum gekk fyri seg sum ein interaktiv søga, so ein hevði ávirkan á handlingini í spælinum.
Nú hevur fyritøkan aftanfyri, Origin ? tíbetur ? minkað um nýtsluna av filmsbrotum munandi og tey, sum eru, ber til at sita og njóta.
Afturfyri er nú full ferð á actionpartinum.
Sterkar teldur
Tað er ótrúligt so lætt myndastreymurin rennur um skíggjan sjálvt í teimum mest truplu brotunum.
Spælið hevur fingið eina heilt nýggja skrá í actionpartinum, og á einari sterkari maskinu við 3D grafikkkorti og einum Pentium II sum motori, er tað meiri enn ein frægd at vera Wing Commander. Tað er heilt framúr.
Kortini er ikki neyðugt við so stórari teldu. Ein 133 Mhz Pentium við accelereraðum grafikkkorti stendur seg eisini væl sjálvt í harðastu luftdystunum. Sum tað sæst er spælið gjørt til tær størru teldurnar, og minsta krav er eisini 133 Mhz við 32 MB RAM.
Grafiskt
Tað er sjálvandi eitt flott spæl. Grafikkurin er fyrsta floks. Tað er komið meiri ljós, djúpd ogg lív yvir myrka rúmið, rúmdarferjurnar eru næstan veruligar og ógvuliga nággreiniligar í smálutunum. Upptiknu brotini eru eisini vorðin betri síðan síðst, men framvegis er ikki talan um stóra leiklistarliga kynstrið.
Søgan heldur fram
Prophecy er byrjanin til ein nýggjan part av rúmdarsøguni. Í síðsta spæli, The Price of Freedom, vórðu menniskjuni og Kilrathi, teirra óndi fíggindi, sameind. Tí berjast vit móti einum nýggjum fígginda hesaferð, Hetta eru nakrar óndsinnaðar verur frá mytologisku fortíðini hjá Kilrathi, og harav navnið profeti.
Men sjálvt um fíggindin er nýggjur er bardagin eins og hann altíð hevur verið. Ja, nýggju fíggindarnir fara fram á júst sama hátt sum teir gomlu.
Alt gongur út uppá, gjøgnum eina røð av uppgávum, at gera av við so nógvar fíggindar sum gjørligt. Tað hendir í minni hólmgongum millum einstøk rúmdarskip og stórum bardøgum, har fleiri rúmdarskip bresta saman.
Hetta gevur eina annaðleiðis kenslu av at vera í kríggi, enn vit vanliga kenna í mongum av teimum vanligu actionspølunum, har tú stendur einsamallur móti øllum tí ónda.
Tað einasta ein upp á longri sikt fer at leingjast eftir, er møguleikin at spæla við og ímóti øðrum.
Tað er eingin multiplayer funktión í Wing Commander: Prophecy. Men annars eru allar orsøkir at byrja at spara saman til spælið beinanvegin.
Fakta:
Wing Commander: Prophecy setur stór krøv: Í minsta lagi eina Pentium 133 Mhz við 32 MB RAM og 150 MB plássi á harðdiskinum. Sambært eskjuni krevst hartil eisini eitt 3D grafikkkort, men tað passar kortini ikki.