Spælitíð til Kaj Leo í ósigri

Føroyski landsliðsleikarin fekk seinasta korterið á vøllinum, tá Levanger í dag tapti málríkan dyst

Føroyski landsliðsleikarin, Kaj Leo í Bartalsstovu, ið spælir fyri Levanger FK í næstbestu norsku deildini, spældi í dag ein leiklut, tá Levanger á útivølli spældi móti Bærum SK.

 

Kaj Leo kom á vøllin seinasta korterið, tá Levanger satsaði nógv fyri at fáa útjavnandi málið. Levanger hevði minka um munin til 3-2 stutta løtu frammanundan, eftir at Bærum SK hevði verið á odda bæði 2-0 og 3-1.

Men tað eydnaðist ikki Levanger at fáá stig burturúr dystinum. Dysturin endaði við at Bærum SK vann dystin 3-2.

 

Liðið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK, liggur á einum tólvta plássið í næstbestu norsku deildini, eftir at sjey umfør eru leikt.