Gongst sum formaðurin í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð, Jógvan Lützen, vil og ætlar, verður spaki settur í til eina stóra verkætlan Undir Kráarbrekku í Klaksvík í ár. Talan er um 20 eldraíbúðir og sambýli, ið tekur 14 fólk. Norðoya Ellis- og Røktarheim, Vistarheimið og Sambýlið í Bøgøtu nøkta langt frá tørvin á búsplássum til eldri fólk í Norðoyggjum. Men hóast nógv fólk fáa í boði eldraíbúð og sambýlispláss Undir Kráarbrekku, tá ið henda byggingin er liðug, verður tørvur framhaldandi á fleiri bústøðum til eldri fólk í Norðoyggjum.
- Heimið í Bøgøtu, sum er bæði umlættingarheim og sambýli, er ikki ein nóg góð loysn, tí húsini eru ikki so væl egnað til endamálið, og als ikki til rørslutarnað fólk. Í dag eru nógv fólk, ið krevja nógva røkt á heiminum, men tað var ikki upprunaliga ætlanin. Trýstið hevur verið so stórt, tí tørvurin er ómetaliga stórur, og tí er tað vorðið soleiðis, sigur Jógvan Lützen.
Íblástur úr Íslandi
Fyri fáum árum síðani setti Klaksvíkar býráð eina nevnd, sum fekk til uppgávu at kanna eftir, hvussu stórur tørvurin á eldrabýli í Norðoyggjum er, hvørji ynski eru frammi hesum viðvíkjandi og hvussu tørvurin kann nøktast. Nevndin, sum var mannað við umboðum fyri Klaksvíkar býráð, Almanna- og heilsumálastýrið, Húsalánsgrunnin, Sjúkrahúsverkið, Heimarøktina, Røktarheimið og Vistarheimið, fór til Íslands at kanna, hvussu tørvurin á eldrabústøðum verður loystur har.
- Vit vitjaðu í Kópavági og sóu mangt, sum vit kunnu taka til okkum, men eisini annað, ið vit ikki fara at mæla til. Tað var heilt týðiligt, at tey eldru trivust best í heimligum umhvørvi, og als ikki í stórum bygningum. Nevndin handaði býráðnum eitt álit, og býráðið gjørdi síðani av at seta eina bygginevnd til at greina nærri út, hvat nevndin var komin fram til, sigur Jógvan Lützen.
Bygginevndin hevur arbeitt síðani og leggur nú síðstu hond á tekningar- og projekteringsarbeiðið, og eftir summarfrítíðina verður arbeiðið boðið út.
- Nevndin hevur alla tíðina tikið atlit til kostnaðin. Hvussu nógv íbúðarlonin og sambýlið fara at kosta, er ikki heilt greitt enn, men tað liggur um 25 milliónir krónur. Klaksvíkar býráð letur grundstykkið og ger økið byggibúgvið. Restin verður fíggjað ígjøgnum Húsalánsgrunnin og Íbúðargrunnin. Teir eiga ein virknan og týðandi leiklut. Um enn ikki sjálvt lokomotivið, so eiga grunnarnir æruna av, at gongdin í málinum hevur verið frameftir alla tíðina, sigur Jógvan Lützen.
Til eldri burturav
Upprunaliga ætlanin var at fólk skuldu kunna ogna sær íbúðirnar, men nú er gjørt av, at tær verða leiguíbúðir. Tískil er tryggjað, at íbúðirnar verða til eldri fólk burturav. Og hóast rúm tíð er til íbúðirnar standa lidnar og sambýlið tikið í nýtslu, vísa fólk longu stóran áhuga fyri byggarínum. Talan er serliga fólk, ið vilja sleppa út stórum húsum á gamalsaldrinum.
- Eg tori ikki at siga, nær íbúðirnar verða lidnar og sambýlið tikið í nýtsu, men tað verður í fyrsta lagi seinast í komandi ári, at fyrsti parturin verður liðugur.
Økið, har eldraíbúðirnar og sambýlið verða bygd á, varð í síni tíð latið av Jóannes av Heygnum til Klaksvíkar kommunu til at gera ellisheim á.