Spania er kroyst til sigurs

EM 2020: Heldur ikki í dag eydnaðist Spania at vinna, og nú er trýst á

Í seinasta dystinum í kvøld spældu Spania og Pólland javnleik 1-1. Álvaro Morata og Robert Lewandowski skoraðu málini. Bæði liðini eru kroyst at vinna, um tey skulu tryggja sær víðari luttøku.

 

Spania hevði bóltin meginpartin av dystinum, men Póllandi vísti nakað meir av álopssinnaðum spælið enn svenskararnir gjørdu í 1. umfari, tá tað bleiv til málleysan javnleik móti spaniólum.

 

Álvaro Morata legði Spania á odda eftir 25 minuttir. Eftir lágt innlegg, sum møguliga var eitt skot, verður áleyparin leysur frammanfyri málinum og skorar. Eitt sindur ólíkt VAR, so bleiv málið fyrst kolldømt fyri rangstøðu, men eftirfylgjandi bleiv staðfest, at spanski áleyparin var ikki rangstaddur.

 

Tiggju minuttir inn í seinna hálvleik javnaði Robert Lewandowski fyri Pólland. Hann er heilt stóra stjørnan, og tað mátti verða hann, sum skoraði eitt slíkt mál, ið Pólland fekk. Hann setti høvdið á eitt innlegg og skumpaði sterka miðverjan, Aymeric Laporte.

 

Spania fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda aftur, men Gerard Moreno brendi og Álvaro Morata brendi eisini returin. Tað endaði við javnleiki 1-1.