Spania steðgaði týsku maskinuni

Barcelona miðverjin, Carles Puyol, gjørdist tjóðarhetja í Spania, tá hann í kvøld skoraði einsamalla málið í hálvfinaluni ímóti Týsklandi. Sostatt er Spania fyri fyrstu ferð nakrantíð í HM finaluni.

 

At Spania vann hálvfinaluna merkir samstundis, at tað verður eitt land, sum aldrin hevur vunnið HM, sum ferð at vinna HM hesu ferð. Hvørki Spania ella Holland hava nakrantíð vunnið HM. Tað merkir eisini, at fyri fyrstu ferð vinnur eitt land úr Europa HM uttanfyri Europa.

 

Leikliga hevði Spania yvirtaki í dystinum, men týskarnir vóru allatíð klárir uppá mótálop. Tað er sjálvandi ilt at meta um hvønn týdning tað hevði fyri Týskland, at Thomas Muller sat uttanfyri við leikbann. Men at síggja til, so tóktust teir sakna hann. Spania hinvegin hevði bóltin fyri tað mesta, men tað skuldi eitt horna til, áðrenn Spania fekk hol á. Xavi sendi horna innfyri úr vinstru og har kom Barcelona liðskiparin, Carles Puyol, og stútaði bóltin í mál.

 

Fyri at tað ikki skal verða lygn, so hava Spania og Holland aldrin spælt ímóti hvørjum øðrum í einum HM ella EM endaspæli!

 

Finalan verður spæld sunnudagin klokkan 19.30 og verður ímillum Holland og Spania.

 

Spania ? Týskland(0-0) 1-0

1-0 Charles Puyol (73)