Spanski landsliðsvenjarin: Vit kunnu vinna HM-heitið

Fóbóltur: Føroyar hava sína helst truplastu altjóða uppgávu leygardagin. Spaniólar taka dystin í størsta álvara

Spania hevur longu tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum í Fraklandi næsta summar, og tí hevur dysturin móti Føroyum ongan týdning í tí samanhanginum. Men spaniólar eru farnir at fyrireika seg til endaspælið, og dysturin móti Føroyum verður mettur at verða fyrsta stigið á leiðini.

Tað er ikki at gera ov nógv av at siga, at lagið í sponskum fótbólti hevur sjáldan verið betri enn tað er í løtuni. Aftaná 2-1 sigurin á Slovakia, hava sponsku fótbóltsstjørnurnar tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum fyri sættu ferð á rað, og fólk halda, at liðið er so sterkt, at tað kann vinna HM-heitið.

Sjálvt landsliðsvenjarin, Javier Clemente, sum ikki plagar at gera nógv av, er samdur. Í eini samrøðu við ítróttarblaðið AS undan dystinum móti Føroyum sigur hann, at spanska liðið er nóg sterkt til at gerast heimsmeistari.

Síggja vit burtur frá tapinum eftir brotssparkskapping móti Englandi í EM ?96, hevur Spania ikki tapt nakran dyst í 3 ár og 3 mánaðir. Hetta tíðarskeiðið hava spaniólar spæla 29 landsdystir, hava vunnið 19 og spælt 10 javnar. Seinast teir taptu var í HM ?94, tá teir taptu 2-1 fyri Italia í fjórðingsfinaluni.

Úrslitini hava verið góð, men spælið hevur sanniliga eisini verið gott fyri tað mesta. Teir eru mentir nógv á taktiska økinum, og teir kunnu samanlíknast við tað, sum Bobby Robson segði um týsk lið: »Spæla tey væl, vinna tey. Spæla tey ikki væl, tapa tey ikki.«


Sterkari lið

enn seinast

Tá føroyska landsliðið fer á vøllin á El Molinon í Gijon, har 26.00 áskoðarar rúmast, taka teir dystin upp við eitt av bestu liðunum í Europa í løtuni. Liðið er farið at fyrireika seg til HM-endaspælið og dysturin móti Føroyum er eisini aðalroyndin áðrenn landsdystin móti Brasilia 11. november.

Øll sum hugsaðu, at Spania ikki fór at stilla við sterkastu manning, fóru skeiv. Liðið, sum Javier Clemente hevur úttikið hesaferð, er sterkari enn tað, sum vann 2-1 í Slovakia fyri tveimum vikum síðani. Guardiola og Abelardo vóru tá burtur við leikbanni, men eru báðir við aftur hesaferð.

Sammett við liðið, sum vann 6-2 á Svangaskarði, eru tveir nýggir spælarar á spanska liðnum. Annar teirra er ein tann størsta stjørnan í sponskum fótbólti, tann bert 20-ára gamli Raul, sum spælir fyri Real Madrid. Í felagi sínum spælir hann hangandi áleypari aftanfyri Mijatovic og Suker, og hann hevur sama leiklutin á landsliðnum, har Alfonso og Kiko eru fremstir menn, og Raul spælir aftanfyri teir á einum álopskendum miðvallarplássi.

Hin nýggi spælarin er Roberto Rios frá Atletico Bilbao. Stóri, verjukendi miðvallarin spældi sín fyrsta dyst á spanska landsliðnum beint eftir, at Spania hevði spælt í Føroyum.

Allir teir sum vænandi byrja inn móti Føroyum, eru væl kendir spælarar. Í málinum verður Zbuzarreta. Verjuspælarar eru Nadal, Alkorta og Abelardo, á miðvøllinum eru spælarar sum Sergi, Hierro Enrique og Guardiola, og í álopinum teir báðir Kiko og Alfonso, sum skoraði tríggjar ferðir móti Føroyum seinast.