Partur av skránni á nýggju Kanal 6 verður at síggja á Rás1 í 2009 Samtakið kring TvDanmark, SBS-TV, byrjaði 1. januar við nýggjari rás tilætlað monnum. Millum annað við fótbólti, action-filmar og kampítróttum.
Laila Hentze, stjóri á Televarpinum, sigur, at tey enn ikki hava tikið støðu til, um tey fara at senda nýggju rásina.
- Í fyrsta umfari hava vit fingið avtalu um, at vit kunnu senda tilfar frá Kanal6 á Rás1. Og vit hava gjørt av, at vit í ár senda spanskan fótbólt frá bæði Primera Divisione og Copa del Rey á Rás 1.
- Skulu vit senda Kanal 6 fast, merkir hetta, at vit mugu strika onkra aðra rás. Og tað er so ein spurningur, sum vit koma at taka støðu til, sigur Laila Hentze.