Spara 45 milliónir upp á vegin til Viðareiðis

Tað er nógv bíligari at tryggja og dagføra vegin til Viðareiðis heldur enn at gera tunnil. Tað hevur Landsverk roknað seg fram til, nú Løgtingið viðgerð uppskot um at gera nýggjan tunnil til Viðareiðis.

Í hesum sambandi hevur Innlendismálaráðið biðið Landsverk kanna um tað ber til at gera eina trygga farleið til Viðareiðis við at dagføra og bøta um vegin, ístaðin fyri at gera tunnil.

Landsverk sigur, at tað ber væl til.

Tað verður enntá 45 milliónir bíligari at tryggja vegin til Viðareiðis, heldur enn at gera nýggjan tunnil.

Ein tunnil til Viðareiðis fer at kosta 140 milliónir og at tryggja vegin fer at kosta 95 milliónir.

Samstundis verður ein tunnil 1,3 milliónir dýrari um árið at halda enn vegurin verður.

Ein annar fyrimunur er, at vegurin kann gerast í smáum, so at strekkini, har vandin fyri skriðulopi og skalvalopi eru størst, verða gjørd fyrst.

Landsverk sigur, at ein tunnil fer ikki at stytta farleiðina til Viðareiðis og tað ber væl til at tryggja vegin, so at hann lýkur øll krøvini til eina trygga, nútímans farleið.

Hann sigur, at tá ið tosað verður um at tryggja vegin, verður tosað um eina fullfíggjaða dagføring, so at vegurin verður líka breiður, sum tunnilin hevði verið og annars í allar mátar á sama stigi sum tunnilin.

Hann sigur eisini, at ymsir mátar eru at tryggja vegin upp á. Eitt er at breiðka hann og gera eina seks metra breiða trygdarveit framvið. Men tað er ikki nóg mikið, tí onkustaðni skulu brunnar gerast at taka ímóti, har vandi er fyri áarlopi og aðrastaðni verður neyðugt at seta trygdarhegn og múrar upp framvið vegnum at taka grót og omanlop.