Føroya Sparikassi hevur tikið stig til at seta á stovn ein íløguklubba fyri kvinnur, og nú hevur klubbin so eisini fingið navn. Kapping varð skrivað út um hetta, og hesa vann Bjørgfinnur Nielsen, sum skeyt upp, at navnið skuldi verða Sparfrúgv. Eitt navn, sum bæði vísir til hugtakið um at spara, eins og næst hægsti sjavs-trumfurin gevur orðinum eina ávísa vekt, sum hann tekur til.