Sparikassin fíggjar helvtina av føroysku alivinnun

-Vit fíggja umleið helvtina av føroysku alivinnuni og vit eru eisini við í vinnulívinum, serliga, tá tað snýr seg um fiskivinnu, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Sparikassanum

 

Sparikassin er ikki longur bara ein sparikassi, hann er nú eisini ein banki og hann er rættuliga farin úr í vinnulívið.

-Vit fíggja umleið helvtina av føroysku alivinnuni og vit eru eisini við í vinnulívinum, serliga, tá tað snýr seg um fiskivinnu, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Sparikassanum.

Sparikassin hevur júst almannakunngjørt rokniskapin fyri í fjør. Rokniskapurin verður endaliga góðkendur á aðalfundinum hjá Føroya Sparikassa, sum verður hildin 30. mars. Sparikassin hevur eftir skatt í ár ein vinning upp á 50 milliónir krónur. Netto rentuinntøkurnar øktust við 12,2 prosentum upp til 189,1 millión krónur. Gjaldføri Sparikassans er nú beint undir eina milliard.

-Okkara leiklutur í vinnulívinum er blandaður, men størsra økingin er í alivinnuni. Annars fíggja vit fiskivinnu, handilsvinnu, tænastuvinnu og so víðari, sigur Marner Jacobsen

Vinnulívslánini eru í fjør økt við 12 prosentum, meðan lánini til privat er økt við fimm prosentum.

-Privatkundin er framvegis okkara álit, men eftirhondini, so eru vinnulívslánini vorðin ein stórur partur av okkara virksemi, sigur hann.


Krevja stóra trygd

Sparikassin virkar í dag sum ein vanligur banki og hann krevur stóra trygd, gongur hann við í eina verkætlan.

-Vit hava ikki nakað fast mark fyri hvussu stórur eginfíggingin skal verða, um vit játta at fíggja eina verkætlan. Tað velst nógv um hvussu nógv vit vága. Í einstøkur førum krevja vit upp um 40 prosent í øðrum føri eru vit lægri. Støðið í dag liggur millum 20-40 prosent, sigur Marner Jakobsen.