Føroya Sparikassi, sum hevur aðalfund í morgin, heldur at tað er umráðandi, at viðurskiftini verða broytt soleiðis, at peningastovnarnir fáa veð í fiskirættindum.
Sparikassin heldur, at við verandi skipan verða tað bara tey peningasterkastu, sum hava møguleika til at fíggja eitt skipakeyp.
-Veiðurættindini tykjast eftir prísunum at døma at verða handlað, sum vóru tey galdandi í eina óavmarkaða framtíð. Tískil verður virðið av rættindunum sera óvist og sera høgt, samstundis sum at fíggingin ikki kann fáast til vega við veð í rættindunum. Hetta meta vit vera sera óheppið, sigur Føroya Sparikassi í nevndarfrágreiðingini til aðalfundin í morgin.