Tað varð so nógv tosað um áðrenn valið, at øll tey sum vóru farin av landinum skuldu koma heim aftur á klettarnar. Til hvat? Til eitt land sum sparir eftir hæli? Eitt land sum sparir innan heilsuverkið og innan skúlaverkið, sparir eftir hæli. Tað kemur at vísa seg aftur í øllum samfelagnum. Tað fer at spreiða seg sum ringar í vatninum í øllum samfelagnum. Tað sigur seg sjálvt.
Fyri at trivnaðurin her á landi skal betrast, og fyri at nakar hugsingur skal verða um, at fólk tíma at flyta heim aftur á klettarnar, má hugburðurin broytast.
Vit minnast allar ræðusøgurnar í bløðunum herfyri, um tann eina sjúklingin fyri og annan eftir, sum høvdu upplivað ymiskt ótespiligt á Landsjúkrahúsinum. Tað er jú ræðuligt, at sovorið kemur fyri, men tað er undrunarvert, at ikki meira av slíkum hendir. Harragud tað eru bara mennisku sum arbeiða har. Niðurkoyrd mennisku, sum aðruhvørja løtu hava hóttanir um sparingar hangandi yvir høvdinum. Sum eru illa mannað, sum renna sum fluga í fløsku.
Hattar er ikki gongd leið púra vist.
Eg havi sitið á skaðastovuni fleiri ferð og bíðað og bíðað, ein heilan dag. Seinast við einum barni við ógvusligari pínu. Vit sótu har í sjey tímar, áðrenn ein lækni kom. Vit høvdu einki etið, tí vit roknaðu allatíðina við at koma framat hvørja løtu. Læknin sum tók ímóti okkum var sera fittur og blíðir. Eg segði, ja nú eru vit svangar, vit hava einki etið síðani í morgun. Tað havi eg heldur ikki, sigur læknin og smílir. Fólkið sum arbeiðir á Landsjúkrahúsinum eru sjálsama fitt og fyrikomandi, eg skilji ikki hvussu tey klára tað. Eg havi eisini fyri stuttum verið innløgd við tí sama barninum. Aftur má eg bara undrast yvir, hvussu fitt og fyrikomandi øll vóru.
Nei tað er ikki hjá starvsfólkunum ein skal leita eftir feilum. Men tað eru umstøðurnar sum heilt sikkurt ikki eru í ordan. Fyri at fáa nøgdar sjúklingar, mást tú fyrst og fremst hava nøgd fólk sum taka sær av sjúklingunum. Og tey mugu hava góðar rammur at arbeiða undir. Har er ikki rætta staðið at spara, tvørturímóti. Sparing eigur ikki at koma upp á tal á hesum økjum.
Tað sum harmar meg mest, er, at blokkurin bara blívir skorin meira og meira niður, ímeðan heilsuverkið og skúlaverkið skríggja eftir pengum. Tað kann ein kalla fyri ”dumstoltheit”.