Í løgtinginum í gjár vóru 3 mál, ið raka pensjónistar og fyritíðarpensjónistar meint. Uppskotini eru ikki send til hoyringar hjá nøkrum parti, og hartil verður víkt frá øllum tíðarfreistum í løgtinginum, so uppskotini kunna lýsast í morgin – 12. Desember.
Tað er greitt, at við eini slíkari tíðarfreist, so eru stundir ikki at viðgera uppskotini og avleiðingarnar av teimum út í æsir, hóast hesi mál hava stóran týdning fyri pensjonistar, ið fáa stuðul til heilivág og fyri pensjonistar, ið njóta gott av dagtilhaldunum. Pensjónistar og fyritíðarpensjónistar vera eisini fátækari í 2009 í mun til 2008, tí viðbøturnar verða einans javnaðar við 3% og ikki 4%. Skuldi pensjónin og fyrtíðarpensjónin staðið mát við stóra prísvøksturin í 2008, áttu tær í øllum føri at verið javnaðar við 6%.
Landsfelag Pensjónista og Samtak halda, at arbeiðshátturin bæði hjá landsstýri og løgtingi er ógvuliga ódámligur, og tað er ikki sørt av vanvirðing, ið samgongan vísir pensjónistum og fyritíðarpensjónistum við hesi viðferð.
Eisini undrast feløgini á, at sparitiltøk landsstýrisins fyrst skulu raka teir veikastu bólkarnar í samfelagnum.
Tað hevur verið stór framgongd í Føroyum seinastu árini, men tað eru verri enn so allir bólkar í samfelagnum, ið hava fingið lut í framgongdini.
Tað er hugstoytt, at landsstýrið fyrst leggur eftir pensjónistum og fyritíðarpensjónistum við at skerja umsorganararbeiðið, almannapensjónir og almannaveitingarnar.
Fyri samlaða landsbúskapin er sparingin 10 mió kr, hetta er í mun til fíggjarlógina ein lítil dropi, men fyri tey fólk sparingin rakar kann hetta hava víðtøknar avleiðingar.
Landsfelag Pensjónista og Samtak heita fyrst og fremst á landsstýrið um at taka hesi uppskot aftur, og í øðrum lagi á løgtingið at fella hesi uppskot.