Á býráðsfundi í Nes kommunu hin 23. mars varð samtykt at keypa nýtt graslíki til sparkivallirnar í Saltnesi og úti á Nesi.
- Kommunan hevði biðið um tvey tilboð. Samtykt varð at taka av tilboðnum frá Idé Møblum, ið er av sama slagi, sum á nýggja vøllinum á Svangaskarði.
Hetta siga tey í Nes kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at grasstráini á sparkivallunum eru nakað styttri enn á vøllinum á Svangaskarði.
- Tá summarið nærkast, fer kommunan at taka gamla graslíkið av og beina tað burtur, so Idé Møblar kunnu leggja nýggja graslíkið á.
Í longri tíð hevur tað verið eitt ynski um at dagføra sparkivallirnar.
- Vit vóna og vænta, at hetta átakið eisini verður við til at bøta um trivnaðin hjá børnum og ungum, siga tey í Nes kommunu í dag.











