Speglini brotin av bilum

Ótangar hava bortið speglini av bilum á Noregsvegnum um vikuskiftið

Eins og í flestu øðrum støðum, hevði løgreglan í Havn eitt friðarligt vikuskiftið hesaferð.

Sum vera mann ferðast nakað væl fleiri fólk í Havnargøtum um vikuskiftið enn í øðrum støðum kring landið, men tey flestu høvdu ikki nakað ónt í kvittanum.

Hetta kann kortini ikki sigast um øll, tí tíðliga seinnapartin leygardagin varð onkur varugur við, at ótangar høvdu verið upp á spæl á Noregsvegnum.

Har høvdu teir skrætt speglini av fleiri bilum, sum stóðu parkeraðir fram við vegnum.


Vinna ikki upp hús

Men tað vóru ikki øll, sum gjørdu herverk, verri enn so.

Tey allarflestu skikkaðu sær væl, men tað vóru eisini nøkur, sum vóru so »troytt«, at tey ikki vunnu upp hús.

Nøkur teirra sovnaðu heilt einfalt við vegin, meðan onnur ikki kláraðu at ganga orsakað av at tey høvdu fingið ov nógv innanborða og tí, at tað var so serliga hált í býnum leygarkvøldið.

Suni Vinther, støðleiðari í Havn sigur, at teir høvdu nógvar túrar um vikuskiftið.

Av teimum, sum ikki orkaðu at ganga vóru so eisini nøkur, sum heldur ikki mintust hvar tey búgva, ella sum ikki høvdu nakrastaðni at fara.

Hetta vikuskifti hevði løgreglan í Havn tí fýra liggjandi gestir í klivanum.


Koyrdi við kenning

Tað fer valla eitt vikuskiftið afturum, uttan at onkur verður tikin fyri at koyra meira ávirkaður enn gott er, og enn verri, meira ávirkaður enn loyvt er.

Hetta vikuskiftið var heldur einki øðrvísið í so máta fyri løgregluna í Havn, sum sunnumorgunin tók ein 20 ára gamlan mann fyri at koyra við kenning.

Hóast enn ikki er uppgjørt, so er nakað sum bendir á, at hesin keðiligi óvani - at koyra ávirkaður - er versnaður seinasta árið.

Suni Vinther, støðleiðari í Havn, sigur kortini, at enn er ov tíðliga at siga nakað um tað.