Tá ið hesin sunnudagurin er liðin eru flestu liðini komin í helvt við teir 18 dystirnar í grundspælinum í Okkaradeildini, og nú byrja liðini at hava skund at staðfesta seg í kappingini um tey fýra fremstu plássini, ið geva atgongd til endaspælið.
Dagsins dystir eru hesir:
Klokkan 16.00: Kyndil - H71 í Høllini á Hálsi (FM1 sigur frá)
Klokkan 16.00: VÍF - KÍF í Høllini í Vestmanna
Klokkan 20.00 Neistin - StÍF í Høllini á Hálsi
Neistamenn spældu ein frálíkan verjudyst seinasta sunnudag, tá ið teir vunnu við fimm málum á KÍF. Tað bar boð um at Neistin aftur skal takast í álvara, og í dag verður enn ein møguleiki at klatra niðaneftir stigatalvuni.
Dysturin ímillum Neistan og StÍF verður leiktur óvanliga seint - klokkan 20.00 sunnukvøld. Tað verður avgerandi at menn varðveita orkuna, tí tað verður eftir øllum at døma ein dystur við fullari ferð. StÍF vil altíð seta ferðina upp, og Neistin fer neyvan at draga ferðina úr dystinum - tó at teir bláu kanska fara at royna at taka tamarhaldið á henni viðhvørt.
Ein av lyklunum í skjóta spælinum hjá StÍF, Pætur Johansen, er uttanlands. StÍF hevur kortini víst seg at hava ein breiðan hóp - og tað kann gerast neyðugt.
Sí eisini:
StÍF uttan toppskjúttan í ein mánað
Neistin má framvegis klára seg uttan ímyndina, Trónd Kragesteen, ið stríðist við skaða í arminum. Venjarin hjá Neistanum, Mads Rydal, segði við FM1 herfyri, at spælskiparin í fyrsta lagið verður aftur á vøllinum eftir jól - um alt spælir so væl av sum til ber.
Royndi spælskiparin hevur tó av bonkinum kunna fegnast um nakrar heilt ungar leikarar, ið hava tikið ábyrgd. Dánjal Ragnarsson, Tróndur Mikkelsen og Julian Kragesteen vunnu greipuna við dreingjum 18 farna kappingarár, og í ár prógvað teir seg aftur í vaksnamannahondbólti, eftir at teir fingu sítt gjøgnumbrot í fjør.
Fyri StÍF eru ungir leikarar eisini í ferð við at fáa sítt gjøgnumbrot í ár. Millum annað 20 ára gamli Ivan Mrdalo, ið gongur undan í verju og serliga í skjótálopið - og eisini 17 ára gamli Bjarni í Selvindi, ið tykist at verða fremsti brotskastsskjútti í felagnum.
Innanhýsis dystir
StÍF – Neistin 28-25 | |
Okkaradeildin: 28/09/19 | |
Málskjúttar StÍF | |
Pætur Johansen | 10 |
Djóni J. Petersen | 6 |
Pætur Ó. Barclay | 3 |
Jóannes Prestá | 3 |
Sveinur Justinussen | 3 |
Ivan Mrdalo | 2 |
Bjarni í Selvindi | 1 |
Málskjúttar Neistin | |
Tróndur Mikkelsen | 7 |
Rasmus Søby | 7 |
Dánjal Ragnarsson | 4 |
Rune Olsen | 4 |
Johannes Bjørgvin | 2 |
Julian Kragesteen | 1 |
Støðan í Okkaradeildini áðrenn dagsins dystir
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 7 | 207 | 165 | 42 | 12 |
2 | StÍF | 8 | 226 | 220 | 6 | 11 |
3 | VÍF | 8 | 227 | 211 | 16 | 10 |
4 | KÍF | 8 | 222 | 204 | 18 | 9 |
5 | Neistin | 8 | 208 | 195 | 13 | 8 |
6 | Kyndil | 7 | 182 | 192 | -10 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 8 | 179 | 264 | -85 | 0 |