Fótbóltsfeløgini kring landið hava nú fingið fyrsta útkastið frá kappingarnevndini í FSF um leikskrá fyri komandi kappingarár. Ávís misnøgd var í fjør um at ov fáir spennandi dystir vóru síðstu leikumførini. Á fyribils útkastinum sær út sum kappingarnevndin hevur tikið hesa misnøgdina til sín.
Næst seinasta leikumfar standa HB og B36 til at bresta ímóti hvørjum øðrum; meðan KÍ fær vitjan av silvurvinnarunum úr Runavík. Seinasta leikumfar fær HB vitjan av KÍ, meðan B36 skal til Gøtu, so væntast kann ein spennandi endaspurt í landskappingini hjá monnum í ár.
Mána- og leygardagsdystir
Í landskappingini í 1. deild í ár verða ikki allir dystir leiktir sunnudag. Í fyribils skránni frá FSF verður lagt upp til, at nakrir dystir verða avgreiddir leygardag og mánadag. Eysturoyarliðini vístu á í fjør, at torført var at savna áskoðarar úr allari Eysturoynni til dystirnar, tí so nógv Eysturoyarliðini spældu samstundis. Tey setti tí eitt ynski fram um, at nakrir 1.deildar dystur vórðu fluttir.
Hesum ynski, tykist FSF, hava gingið Eysturoyarliðunum á møti, tí í skránni eru nakrir dystir lagdir antin til mánadag ella leygardag.