Spennandi jólalesnaður

Fjórða krimisøgan hjá Jógvan Isaksen um Hannis Martinsson kemur út nú. Bókin hevur fingið heitið Adventus Domini. ?Tað lak út úr hálsinum á tí høvuðleysa manninum. Tað vínreyða teppið framman fyri seingina var druknað í blóði, sum somuleiðis hevði sprænt út á veggin yvirav. Annars sá kamarið á hotellinum í Miðbýnum í Havn stak friðarligt út. Her hevði greidliga eingin bardagi verið. Bara ein avrætting.?

Stutt fyri jól ringir ein umboðsmaður fyri stórmeistaran í Maltesaraordaninum til Hannis Martinsson og biður hann vera fyri sær á Farstøðini, tá ið hann kemur til Havnar. Frá tí løtu maltesarin er komin til Føroya og til jóla, fara bæði løgnar og harðligar hendingar fram ymsastaðni í landinum. Træðrir eru aftur til krossriddararnar á Rhodos í 16. øld og til S/S Sauternes, sum sakk í Fugloyarfirði í desembur 1941. Múrurin í Kirkjubø hevur somuleiðis ein leiklut.

Jógvan Isaksen: Adventus Domini. Føroyaprent legði til rættis, prentaði og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 253 bls. kr. 260.