Spennandi knappatroyggja

Bulurin verður bundin heilt upp til ermaholini við mynstri, knappholum og strípum. Kasta 170 eygu upp á stokk nr. 4½ við dupultum tveytráðaðum tógvi. Bind 7 umfør slætt, 1 umfar rangt. Her verður kanturin boygdur.

Uppskrift: Rebekka Consuelo Nilssen
Lagt til rættis: Lív Højsted Horsdal
Myndir: Álvur Haraldsen

Stødd:
Medium

Tilfar:
- Navia, dupultan tráð av tveytráðaðum tógvi.
10 myrkar føroyskar hornknappar.
Ein magnetknapp.

Mongd:
500 gramm av hvítum tveytráðaðum tógvi.
300 gramm av koksgráum tveytráðaðum tógvi.

Stokkar:
- Ein rundstokk og 5 stokkar nr. 4½ og 5.

Bulur:
Bulurin verður bundin heilt upp til ermaholini við mynstri, knappholum og strípum. Kasta 170 eygu upp á stokk nr. 4½ við dupultum tveytráðaðum tógvi. Bind 7 umfør slætt, 1 umfar rangt. Her verður kanturin boygdur. Skift síðani til stokk nummar 5. Bind 6 umfør slætt. Á næsta stokki verður byrjað upp á mynstrið soleiðis: 1 hvít kantmaska, síðani Mynstur 1 við koksgráum. Bind 9 sentimetrar (máta frá ranga umfarinum, sum er kanturin), síðani skal høgra forstykkið hava 2 knapphol. Bind 3 eygu, læs 3 eygu, bind 20 eygu, læs 3 eygu, bind umfarið liðugt . Næsta umfar: Bind til komið er til tey avlæstu eyguni. Tak 3 eygu uppá yvir hesi, bind 20 eygu, tak 3 eygu uppá yvir tey avlæstu eyguni, bind tey síðstu 3 eyguni av umfarinum.

- Knappholini verða bundin við um 8 sentimetrar av millumrúmi. 5 ferðir uppeftir.

Eftir mynstrið verður bundið víðari beint upp við hvítum, (men minst til knappholini) til arbeiðið mátar um 32 sentimetrar. (Um bulurin skal verða longri, verður tað gjørt, áðrenn byrjað verður upp á koksgráu strípurnar).

Síðani verður byrjað upp á strípurnar. Sí Mynstur 2.
Ì triðju koksgráu strípu verður tikið av til ermahol í báðum síðum. (arbeiðið verður skilt sundur til forstykkir og rygg) T.e. tá 4 umfør eru bundin av hesari strípuni, verður næsti stokkur bundin soleiðis: bind 48 eygu, læs 6 eygu av, bind 62 eygu, læs 6 eygu av, bind 48 eygu.

Vinstra forstykki:
Halt fram við Mynstri 2 og byrja við kantin og bind yvir til ermaholið, síðani verður læst av á øðrum hvørjum umfari við ermaholið 1 x 3,2 eygu. Tá Mynstur 2 er liðugt, verður hildið fram við hvítum. Bind til forstykkið mátar um 53-54 sentimetrar. Síðani verður læst av við hálsin á øðrum hvørjum umfari: 1 x 3,4,5,6,7. Síðani verða restin av eygunum  um 16 eygu  øll tikin av á næsta umfari.(Ella sett á ein stokk og bundin saman við rygginum, so tær nýtist ikki at seyma akslarnar saman aftaná).

Høgra forstykki:
Bind eins og tað vinstra forstykki, men øvut, tó við 10 knappholum í, sum greitt frá omanfyri.

Ryggur:
Halt fram við Mynstri 2, bind 1 umfar. Tak síðani av við ermaholið á øðrum hvørjum umfari. 1 x 3, 2 eygu. Tá mynstur 2 er liðugt, verður restin bundið hvítt. Tá ryggurin mátar um 52-53 sentimetar, verða tey 19 mittastu eyguni tikin av til háls. Bind aðru økslina lidna soleiðis: Bind og tak av við hálsin á øðrum hvørjum umfari 1 x 3 eygu. Bind 1 umfar. Tey síðstu 15 eyguni verða læst av á næsta stokki.(Ella sett á ein stokk og bundin saman við forstykkinum, so nytist ikki at seyma økslina saman aftaná).

Bind hina økslina á sama hátt  bara øvut.

Erma:
Tak 48 eygu upp á stokk 4½. Bind 7 umfør slætt, síðani 1 umfar rangt. Skift til stokk nummar 5 og bind 6 umfør slætt. Á næsta umfari verður beinleiðis byrjað upp á Mynstur 1 við koksgráum. Bundið verður beint upp, til erman er um 25 sentimetrar. Síðani verður 1 eyga tikið uppá í byrjanini og endanum av hvørjum 5. umfari. Í alt 6 ferðir = 60 eygu. Bind beint upp við hvítum, til erman er um 41-42 sentimetrar. Byrja upp á Mynstur 2. Tá tú ert komin til 3. koksgráu strípuna og 4 umfør í hesari strípuni eru bundin, verða 6 eygu læst av undir ermuni á næsta umfari. Síðani verður tikið víðari av í ermuni á øðrum hvørjum umfari. Í alt 8 x 2 eygu. Restin av mynstrinum verður bundið beint upp, og at enda verður eitt hvítt umfar bundið, og síðani verða tey um 22 eyguni læst av í einum. Erman er um 60 sentimetrar.

Tilgerð:
Tak um 87 eygu uppá runt hálsin á stokk nr. 5. Bind 3 umfør slætt, tak síðani 1 eyga inn í báðum síðum á øðrum hvørjum umfari. Í alt 3 ferðir. Tá 10 umfør eru bundin, bind tá eitt rangt umfar. Bind síðani slætt aftur. 1 umfar, og so verður 1 eyga tikið uppá í báðum síðum á øðrum hvørjum umfari. Í alt 3 ferðir. Bind tey seinastu
umførini beint upp. 10 umfør skulu vera frá tí ranga umfarinum. Læs síðani øll eyguni av.

Heft endar. Seyma ermarnar í bulin, so at strípurnar raka tær somu á bulinum. Seyma rendurnar fastar á bulinum og ermunum. Á hálsinum er týdningarmikið, at magnetknappurin verður heftur í innan fyri hálsin ovast á í høgra horni, áðrenn hálsurin verður seymaður fastur. Hin parturin av magnetknappinum verður heftur í hálsin vinstrumegin, so at hann er beint yvirav, tá knappað verður. Seyma síðurnar saman á hálsinum og seyma hann heilt lidnan. Teir 10 hornknapparnir verða seymaðir á vinstra forstykkið. Um knappholini tykjast ov víð, ber til at hekla fastmaskur rundan um tey. Tað er gjørt í modelltroyggjuni. Fastmaskur vórðu heklaðar við heklinál nr. 4½, har tað samstundis varð tikið av við fastmaskum runt um. Men tað veldst sjálvandi um, hvørjar knappar, ein velur. Men helst nakrar, ið eru eitt sindur stórir.