Spennandi konsertir

Komandi vikuskiftið verða tvær konsertir í sambandi við landsumfatandi innsavningina til frama fyri barnaheimið Nazaret og gøtubørn við herviligu sjúkuni HIV/AIDS í Cape Town í Suður-Afrika. Ein ørgrynna av luttakarum fara at luttaka á konsertunum

Nú er landsumfatandi innsavningin til frama fyri barnahjálpararbeiði í Cape Town í Suður Afrika av álvara komin í gongd, og fyriskipararnir, teir tríggir, Sámal Bláhamar, Hans Eiler Hammer og Steintór Rasmussen lata sera væl at undirtøkuni millum fólk.
? Vit hava savnað einar 30.000 krónur inn, sum nú er, sigur Hans Eiler Hammer, sum ikki ivast í, at konsertirnar báðar um vikuskiftið fara at eydnast væl.
Konsertirnar verða í Christianskirkjuni leygardagin 17. januar klokkan 17 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 18. januar klokkan 16.
Talvan gongur til konsertinar, og allur innkomin peningur fer óskerdur til barnahjálpararbeiði í Cape Town.
Stuðul kann eisini latast á konto:9865 ? 102.743.8 í Norðoya Sparikassa, 9870 ? 102.028.6 í Suðuroyar Sparikassa, 6460 ? 167.023.2 í Føroya Banka ella á 9181 ? 140.287.2 í Føroya Sparikassa.
Eftirlit og grannskoðan við innsavningini hevur Grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe.

Luttakararnir á konsertini eru:

Magni Christiansen
Terji Vestergaard, klaver
Kai Otto Frederiksberg, bass
Leif Høj, trummur
Peter Hermanesen, steelgittar
Daniel Nielsen, violin
Eyðun Jacobsen, kassagittar & sang
Vivi Hammer, kór
Elin Madsen, kór
Magni Christiansen, sang

I AM
Heðin Askham Olsen, sang
Eyðbjørn Jacobsen, sang
Arni Zachariassen, gittar
Hans Ove Johannesen, trummur
Alvin E. Andersen, tangentar
Gestasangari: Brandur Enni

Brandur Enni
Torkil Mørkøre, tangentar
Brandur Enni, sang

Torkil Mørkøre & vinmenn
Kristoffur Mørkøre, bass
Beddi Hansen, gittar & mandolin
Pætur á Borg, akk. gittar
Høgni Klakstein, trummur
Mikkjal Hvannastein, el gittar
Leivur Vitalis, el gittar
Torkil Mørkøre, sang & tangentar

MC Restorff
Eyðun Jacobsen, strúkarar
MC Restorff, klaver og sang

Systrarnar Rannvá & Arnfríð Lützen

Systrarnar Barbara, Vanja og Laila

Kristel og Jens Lisberg
Ólavur Øster, gittar
Jens Lisberg, sang
Kristel Lisberg, sang