Runavík: Næsta vikuskiftið liggur eystanstevnan fyri durum. Í ár er stevnan ikki ein FM-stevna, men hetta nervar ikki fyrireikararnar, tí teir arbeiða av øllum alvi fyri at fáa eina so góða stevnu sum gjørligt.
Stevnan byrjar sum vant fríggjadag og vera tvær stórar konsertir á skránni.
Onnur er ein barna- og ungdómskonsert og hin er ein rock/popp-konsert. Báðar konsertirnar verða í grótbrotinum uttanfyri matvøruhandilin Brotið í Saltangará.
Prix-vinnarar
Tað er Mentanarhúsfelagið, sum skipar fyri konsertunum báðum. Sami pallur á 36 tons, sum varð brúktur í fjør, verður brúktur.
Klokkan 19 verður barna- og ungdómskonsertin á skránni. Fleiri skulu á pallin, og harímillum er Brandur Enni, sum er vorðin til eina rættiliga ungdómsstjørnu her í Føroyum, og sum nú eisini er byrjaður so smátt í grannalondum okkara.
Harumframt verður Arnfríð Lützen, sum vit kenna millum annað frá Kulum Rótum, og ársins songrødd.
Eisini verða »Vit eru glað« við. Vit eru glað hava givið eina fløgu út við andaligum barnasangum.
Harumframt koma Trøllapætur og omman eisini at vitja. Hetta er fyrsta ferðin hjá teimum flestu at upptraðka í Runavík. Brandur Enni, Trøllapætur og omman hava ongantíð verið í Runavík og framført fyrr, so tað skuldi verið spennandi hjá fjepparunum.
Rock/popp-konsertin verður klokkan 23. Tá verða tríggir bólkar á palli. Prix Føroyar vinnararnir, Gestir úr Gøtu, koma til grannabýin at framføra á eystanstevnu. Harumframt sleppur gospelbólkurin, Braquet, eisini á pall á heimavølli. Triðja orkestrið er All That Rain. All That Rain man vera ein tann virknasti bólkurin í Føroyum, og sleppa runavíkingar og stevnugestir fyri fyrstu ferð at síggja teir við nýggja forsangaranum Pól Arna Holm.
Um veðrið ikki er til vildar, so verður konsertin flutt í ítróttarhøllina í Runavík.
? Tað eru tey ymsu feløgini í Runavík, sum skipa fyri stevnuni. Kunningarstovan samskipar stevnuna, og tað gjørdi hon fyri fyrstu ferð í fjør, og tað eydnaðist væl, sigur Kenneth Rasmussen, formaður í Mentanarhúsnevndini.
Umframt konsertinar, so verður eystanstevnukabarettin aftur í ár. Hon var fyri fyrstu ferð á skránni í fjør.
? Tilfar hevur verið savnað saman í eitt ár, og hesuferð hava vit fingið ein leikstjóra at samskipa kabarettina. Í fjør væntaði man onki, tí tað var fyrsta ferðin kabarettin var á skránni, men kabarettin var útseld í fjør.
Eisini verður ein kvøldseta í ítróttarhøllini í Runavík. Eisini Mentanarhúsfelagið skipar fyri hesum, og nógv spennandi verður á skránni. Hilmar Jan Hansen og Robert McBirnie skipa fyri skemtinum. Stjørna í eitt kvøld, sum tónleikabreytin í Runavíkar skúla hevur skipað fyri, verður eisini á skránni.
? Stjørna í eitt kvøld var framført tvær ferðir fyri stuttum, og tað vísti seg, at nógv høvdu hug at síggja tiltakið, men fingu ikki pláss. Tað fáa tey so høvi til nú, sigur Kenneth Rasmussen.
Sjálvandi verður eisini nógv annað á skránni á eystanstevnu, og vit vóna at frætta eitt sindur meira um tað í næstu viku.