Eingin ivi er um at Kia Cerato verður ein bilur, sum kemur at gera um seg í hørðu kappingini um kundarnar í sínum klassa.
Cerato fær sera góð ummæli í útlendskum bilbløðum. Bilurin er væl skrúvaður saman, er lættur at koyra og koyrieginleikarnir eru í topp.
Í mun til støddina er aksilfrástøðan stór (261,0 cm), og merkist tað serliga væl í kabinuni, ið er sera rúmlig og beinplássið er gott.
Innan er nógv gjørt burturúr, fyri at kabinan skal vera innbjóðandi við góðum setrum og ljósum litum, alu-look í miðjuni á instrumentborðinum. Alt er sera snøgt og væl frágingið, so kvaliteturin merkist.
Cerato fæst við fýra ymiskum motorum, tveimum bensin og tveimum diesel, bensinmotorarnir eru:1,6 i við 105 hk, og 2,0i við 143 hk, og dieselmotorarnir eru: 1,5 CDRi við 102 hk og 2,0 CRDi við 113 hk.
Sum standard hevur Cerato t.d. seks airbag, aktivar nakkastúttur, el-síðupegl við hita, ABS-bremsuskipan við bremsukraftdeilara (EBD), førarasetrið er "multijusterbart" og rattið kann stillast. Antispinn (TCS) fæst sum eykútgerð.
Kia Cerato verður gjørdur sum hatchback við fimm hurðum og sum sedan við fýra hurðum.
Kia Cerato kemur á føroyska marknaðin seinast í oktober, og hjá D.B.Bilum vænta tey sær nógv av bilinum. Kia bilarnir verða vanliga seldir til ein sera kappingarføran prís.
Kia hevur 3 ára óavmarkað kilometra garanti og 6 ára rustgaranti.
Kia Cerato 1,6 LX h/b Kia Cerato 2.0 CRDi diesel
Motorurin1,6 litur 4 syl. bensin 105hk2,0 litur 4 syl. diesel 113 hk
common-rail turbodiesel
0-100 km/t11,0 sek11,5 sek
Bensinnýtsla14,2 km/l (blandað koyring) 16,7 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd185/55-15195/60-15
Stødd og vekt
Longd434,0 cm434,0 cm
Breidd173,5 cm173,5 cm
Hædd147,0 cm147,0 cm
Eginvekt1.200 kg1.374
Viðførisrúm538 litrar538 litrar
SøluumboðD.B. Bilar
J. Broncksgøta
FO-100 Tórshavn
Tel. 310600