Spennandi kvartfinalur í Champions League

Í kvøld og í annaðkvøld bresta 8 tey síðstu liðini saman í kvartfinalunum í Champions League. Lagt er upp til fýra sera spennandi, dramatiskar og tættar dystir

Kvartfinalurnar í Champions league vera sera spennandi, har dystirnir fara at vera ímillum Manchester United-Real Madrid, Porto-Bayern Munchen, Chelsea-Barcelona, og Valencia-Lazio. Tveir teir fyrstnevndu dystirnir vera týskvøldið, og hinir báðir vera so mikukvøldið.

Tvær av kvartfinalunum vera eitt slag ímillum Ongland og Spania, har Manchester United og Chelsea skulu royna at syfta ávikavist Real Madrid og Barcelona, sum eru nógv tey mest dominerandi liðini í Spania. Manchester United vunnu Champions League í fjør, meðan Real Madrid vann í fyrra árið, so hetta verður ein dystur millum báðar teir síðstu Champions Leagu vinnararnar. Real Madrid hava nakrar skaddar spælarar í løtuni sum ikki vera við, og ein teirra er landsliðáleyparin Fernando Morientes, og tað er ein dyggur smeitur fyri Real Madrid. Men hetta gevur samstundis franska ?problembarninum? Nicolas Anelka møguleikan í álopinum saman við toppskjúttnaum hjá Real Madrid, Gonzales Blanco Raul. Manchester hevur sum so teir flestu leikararnar tøkar, og hóast einki lið kann sigast at vera favorittur, so hevur United spælt nógv betri seinastu tíðina.

Teir endaðu á fremsta plássi í undanfarna bólkaspæli, meðan tað var í síðstu løtu at Real Madrid kom víðari uppá innanhýsis dystir móti Dynamo Kiev. Men hóast tað, verður lagt upp til ein stórdyst í kvøld á heimavøllinum hjá Real Madrid, Santiago Bernebau.


Chelsea skal steðgað Rivaldo og co

Hitt slagið millum eitt spansk og eitt enskt lið, er dysturin millum Barcelona og Chelsea, sum verður leiktur mikukvøldið. Barcelona er flúgvandi í løtuni, og teir endaðu klárt á odda í undanfarna bólkaspæli. Chelsea hava harafturímóti ikki spælt líka gott seinastu tíðina, og teir endaðu á øðrum plássi, eitt stig aftan fyri Lazio, í undanfarna bólkaspæli. Trupulleikin hjá Chelsea í ár hevur kanska serliga verið í álopspartinum, har teir ikki hava havt nakran veruligan málslúkara, hóast norðmaðurin Tore Andre Flo hevur skorað nøkur mál. Sum eina roynd fyri ar loysa trupulleikan, hava teir leigað liberianska áleyparan George Weah frá Milan fyrr í ár, men hann hevur ikki loyvi at spæla við í Champions League, so álopið hjá Chelsea móti Barcelona verður nokk Tore Andre Flo, saman við lítla italiumanninum Gianfranco Zola, og so vóna teir í Chelsea, at Uruguayanarin Gustavo Poyet kann geva álopinum eitt sindur av íblástri frá miðjuni.

Annars kann sigast, at hóast hetta verður ein javnur og tættur dystur, so verður tað trupult hjá Chelsea at steðgað Kluivert, Figo, Rivaldo og hinum stórspælarunum úr Barcelona. Serliga skal Chelsea halda eyguni við síðst nevnda Rivaldo, sum jú fyrr í ár var valdur til bæði heimsins og europa besta leikara. Liggur bólturin til vinstra bein, og fær hann bara eitt sindur av plássi, vísir tað seg ferð eftir ferð, at hann hann ger tað avgerandi málið ella avgerandi avleveringina.


Jardel vónin hjá Porto

Hinar kvartfinalurnar fara at standa ímillum Bayern München-Porto, sum verður í kvøld, og Lazio-Valencia í annaðkvøld. Bayern er stórfavorittur til dystin móti Porto, og teir eru kanska tað liðið, sum hava verið mest sannførandi higartil í Champions League. M.a. vunnu teir ikki minni enn 4-2 og 4-1 á áðurnevndu Real Madrid. Týsku risarnir hava stórt sæð allar spælarar tøkar, og tað verður ein sera stórur biti hjá portugisisku meistarunum at gloypa. Porto var ikki eitt lið, sum ein hevði roknað við fór at koma so langt í hesi kapping, men Porto hevur eitt sera vandamikið vápn, og tað er brasilski áleypari teirra Mario Jardel, sum eisini er toppskjútti í Champions League í ár. Hann hevur víst seg ferð eftir ferð at vera tann avgerandi leikarin í einum Porto sigri, og alt kann henda, um hann hevur ein góðan dag.

Síðani skal triðja spanska liðið av teimum átta í eru eftir, spæla ímóti stjørnuspælarunum úr Rom, Lazio. Valencia hevur víst seg, eins og Porto, at klárað seg betri, enn væntað var frammanundan, og teir hava eisini víst, at teir megna at spæla móti teimum heilt stóru liðunum.

Eitt nú spældu teir javnleik móti áðurnevndu Manchester United í síðsta dysti í undanfarna bólkaspæli, hóast United longu var komi víðari. Styrkin hjá Valencia er heilt víst í álopspartinum, har Claudio Lopez og Adrian Ilie kunnu seta eina og hvørja verju uppá pláss. Høgri vongur teirra, Gaizka Mendieta, sum eisini spældi við spanska landsliðnum herfyri, er eisini ein sera týðandi leikari hjá Valencia. Lazio komu við sigrinum á Chelsea upp á fyrsta pláss í undanfarna bólki, men hóast teir endaðu á odda í bólkinum, hava teir víst sínar veikleikar. Eitt nú taptu teir 2-1 á heimavølli móti Feyenoord, sum jú ikki er eitt av teimum sterkaru liðunum í Champions League. Men hóast tað hava teir sera gott fólk, so sum Juan Veron, Marcelo Salas, og ikki at gloyma Sinisa Mihajlovic, sum má vera besti frísparksskjútti í øllum heiminum. Og tað, at teir júst hava vunnið italienska toppdystin á Juventus, gevur teimum meiri sjálvsálit til dystin ímóti Valencia. Ein kann illa siga, hvør fer at koma víðari, men á pappírinum er ikki frítt, at Lazio er sterkara liði.

Alt í alt fýra spennandi og vónandi eisini undirhaldandi kvartfinalur, í kvøld, týskvøldið og mikukvøldið.