Foreldur eiga sjálvi at sleppa at gera av, hvar tey vilja hava, at børn teirra skulu ganga í skúla.
Tað heldur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Og nú hevur hann spurt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, um samgongan hevur nakrar ætlanir um tað.
Og Rigmor Dam sigur, at ætlanin er at endurmeta fólkaskúlalógina og í hesum sambandi verður spurningurin um frítt skúlaval, eisini viðgjørdur.
Her verður hugsað um, at foreldrini skulu sleppa at velja, hvønn skúla, tey vilja hava børnini í, sama hvørjari kommunu, tey búgva í, og sama hvørjari kommunu, skúlin er í.
Bárður Nielsen heldur, at fáa foreldrini frítt skúlaval, fer tað at eggja til eina kapping ímillum skúlar um at vera best, og til eina kapping ímillum kommunur um at hava tann besta fólkaskúlan.