Tað vakti stóran ans, tá ið Petur Reinert, sáli, á útróðrarstevnu í Klaksvík helt fyri, at flotin hjá føroyingum í Norðsjónum ikki var meiri verdur enn stálpláturnar, sum skrokkarnir vóru úr. Gongdin hevur víst, at hugsjónarmaðurin var í so skjótur við útsøgnini.
Hesi 35 árini eru stór virði eru vunnin í Norðsjónum og í fremmandum sjógvi sum heild. Royndirnar hava eisini verið, at virðini, sum eru fingin burtur úr føroyskum sjógvi, eru vaksin, og at tey, sum eru fingin úr fremmandum sjógvi, eru minkað, og samstundis hevur tað víst seg, at tað hevur riggað væl at býta um kvotur.
Í hesum døgum eru fiskivinnusamráðingar við onnur lond. Í síðstu viku vóru samráðingar í Noregi og í Brússel. Hesa vikuna verða samráðingar við Russland og Ísland.
Síðani Atli Dam, sáli, ið var tikin úr leikum sum samráðingarmaður, um tað mundið, tá ið fiskimørkini í 1977 vórðu flutt út á 200 fjórðingar, samráddi rammusáttmálar upp á pláss, hava árligu samráðingarnar snúð seg um justeringar við støði í forsøgnunum um, hvussu tað hevur staðið til við fiskastovunum.
Soleiðis er tað sannlíkt, at samráðingarnar við Noreg, ES og Ísland eisini verða hesa ferð. Tað sæst aftur í, at føroysk skip síðani ársskiftið hava roynt í norskum og íslendskum sjógvi, hóast 2010 sáttmálarnir ikki eru undirskrivaðir. Soleiðis plagar tað at vera, og talan er um støðugt og álitisfult samstarv.
Stóri spurningurin er, hvussu tað verður, tá ið Føroyar og Russland fara at samráðast. Ivaleyst fara føroysk skip eisini í ár at royna í russiskum sjógvi. Men tað er einki at liggja omaná, at Skálaberg málið bar órógv við sær um, hvussu tað nú verður við samstarvinum við russarar. At einki kom burturúr, tá ið samráðingarnar herfyri vóru í Føroyum, er undirstriking av hesum veruleika.
Seinastu vikurnar hevur fleiri ferðir verið frammi, at virðið á tí, sum russarar fiska í føroyskum sjógvi, er fleiri ferðir størri enn tað, sum føroyingar fiska í russiskum sjógvi. Hetta er ikki so galin veruleiki av hava við sær til samráðingarnar.
Rammusáttmálarnir við Russland og hinar tjóðirnar eru framvegis galdandi. Setningurin hjá okkara royndu og dugnaligu samráðingarfólkum er at fáa so nógv burturúr til samfelagið, sum tað ber til. Tað valdast um at viga tað, sum skal latast úr føroyskum sjógvi, upp ímóti tí, sum kann fáast aðra staðni.
Tað er neyvan skilagott at kubba á stokkinum. Men tankin er ikki so fremmandur nú, sum hann hevur verið, at føroyski flotin í russiska partinum av Barentshavinum í framtíðini ikki fer at hava so stórt virði, sum hann kanska fer at hava í føroyskum sjógvi. Um eina viku fara vit at vita meiri um hetta!