Spennandi skúlaleikur í Løkshøll

Komandi mánakvøld verður frumframsýningin av "Vikarinum" í Løkshøll í Runavík

Komandi mánakvøld fara næmingar úr 10. flokki í Tofta Skúla, og næmingur úr 10. flokki í skúlanum við Løkin í Runavík at framføra leikin "Vikarurin". Tað eru lærararnir, Noomi Reinert og Ásbjørn Berthelsen, sum leikstjórna "Vikarinum"

 

Fyrr í dag vitjaði Rás2 venjingarnar. Har fekk praktikanturin í Miðlahúsinum, Ólavur Nón orðið á Jóan Jákup Benjaminsen frá Tofta Skúla, og Jákup Mortensen frá skúlanum við Løkin, sum spæla við í leikinum. Teir eru báðir fegnir um at kunna verða við í einari spennandi og mennandi verkætlan. Vit fingu eisini orðið á Ásbjørn Berthelsen, sum eisini er leiðari av Løkshøll.

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðurnar við Jóan Jákup Benjaminsen, Jákup Mortensen og Ásbjørn Berthelsen.