Spennandi útlit við sildabitum

Í Svøríki fekk Tavan nógv rós fyri bæði dygd og smakk, og hetta fegnast stjóri og konsulentur um.

 

Í fjør heyst byrjaði Tavan í Leirvík at elta slóðina hjá føroyingum við sildini. Virkið gjørdi íløgu í sildalinju, og í vertíðini í fjør heyst vórðu fyrstu sildabitarnir skornir, kryddaðir og útfluttir.

 

Í fyrstu syfti var hetta ein royndarverkætlan, sum hevur til endamáls at gagnnýta og meirvirka sild. Úrslitið gjørdist, at sildabitarnir hjá Tavuni gjørdust tað mest góðskaða, sum gjørt verður her heima burtur úr føroyskari sild í løtuni.

 

Svøríki telist millum tey lond um okkara leiðir, sum brúka stórar nøgdir av sild, og teir keypa nógva sild úr øðrum londum.

 

Seinnu árini, nú meira uppsjóvarfiskur hevur verið í føroyskum sjógv, vóru sviar eisini farnir at spyrja, um tað ikki bar til at fáa sild úr Føroyum.

 

Í tilgongdini á Tavuni hava tey alla tíðina miðjað eftir at koma inn á tann marknaðin, har sildin verður skorin í bitar í Føroyum, saltað og kryddað og síðan latin í gløs sum konserves.

 

Herfyri vóru Ingvar Joensen, stjóri í Tavuni og Johan Mortensen, konsulentur, á kundavitjan í Svøríki hjá teimum, sum keyptu føroysku kryddaðu sildabitarnar.

 

Í Svøríki fekk Tavan nógv rós fyri bæði dygd og smakk, og hetta fegnast stjóri og konsulentur sjálvsagt um.

 

- Nú síggja vit fram til komandi heyst, tá føroysk skip aftur fara á sildaveiði, og vit vónandi fáa høvi at taka sildaframleiðsluna á Tavuni uppaftur, sigur Ingvar Joensen, stjóri.