Nú benda veljarakanningar á, at Helle Thorning-Schmidt kann halda fram sum forsætisráðharri aftan á valið. Men ikki uttan svørðslag
Seinasta kanningin, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio vísir, at reyði vongur nú hevur 50,4 prosent, meðan blái vongur hevur 49,4. Kanningar seinastu dagarnar benda á, at reyði vongur nú hevur yvirhálað bláa vong.
Men so javnt er millum partarnar, at hagfrøðisliga óvissan er størri enn munurin millum veingirnar báðar í danska fólkatinginum.. Tí óvissan er 2,4 prosent, sum merkir, at undirtøkan kann flyta seg 2,4 prosent annan vegin.
Í fólkatingsessum vísir hendan kanningin, at reyði vongur fær 88 tingessir, meðan blái vongur fær 87. Um hetta verður støðan, so hava føroysku og grønlendsku umboðini ikki avgerandi atkvøðuna, tí tað verður hildið fyri so gott sum vist, at tey borgarligu vinna ikki meirilutan av mandatunum í Føroyum og Grønlandi.