Spenningur í grannauppgerð

Hoyvíkingar vilja reisa seg eftir tapið seinast, men skal Neistin gera nakað sum helst í ár, so mugu teir ígongd nú

Hondbóltur

Seks dystir skulu leikast í bestu hondbóltsrøðunum, og eru teir allir á skránni sunnudagin.
Hjá kvinnunum tykist ikki vera stórvegis ivi um, hvat av liðunum er favorittur at taka stigini hesaferð. Tey trý, Søljan, VB og Stjørnan eru øll greiðir favorittar, tá tey hitta ávíkavist StÍF, VÍF og Kyndil. Eisini hóast dysturin hjá Søljuni er á útivølli.

H71 skal uppaftur
Hjá monnunum tykist spenningurin vera størstur í Havnini, har H71 vitjar Neistan.
Hoyvíkingar hava fyri tað nógva verið heilt frammi í oddinum, men seinasta vikuskiftið mistu teir eitt fet, tá teir máttu lúta fyri KÍF. Tí eru ráðini ikki til at kiksa hesaferð. Tað eru tey tó heldur ikki hjá Neistanum. Hóast spælið hjá liðnum er batnað nakað, so er enn langt upp til vónirnar, sum vórðu settar undan kappingini, og skal liðið hava nakran møguleika at klintra uppeftir, so er tað helst nú, at stigini skulu koma.
Og so er spurningurin, um KÍF annað vikuskiftið á rað kann koppa einum oddaliði. Hesaferð eru tað vestmenningar, sum vitjað, og so er spurningurin, um Kollfirðingar bara vórðu undirmettir av H71 seinast, ella um liðið veruliga ætlar at blanda seg millum ovaru liðini í ár. Fyrra dystin millum liðini var bara eitt mál á muni.
Seinasti dysturin er á Skála, har púrasta uppsteðgaða StÍF tekur ímóti Kyndli, sum ivaleyst vil aftur upp móti oddinum. Hetta líkist í øllum førum einum tryggum útisigri, men strandingar skulu nokk framvegis ikki avskrivast heilt.