Súkkling
Triðja umfar av árligu Grand Prix súkklukappingini bleiv súkklað í Runavík í vikuskiftinum. Hetta í samband við Eystanstevnuna.
Kappast varð bæði millum gentur og dreingir, børn, ung og vaksin.
Koyrt bleiv á keiøkinum í Runavík. Mál og startur var við Eysturoyar Timburhandil. Leiðin gekk síðan niðan móti rundkoyringini, eftir vegnum móti Toftum, og síðan inn aftur á keiøkið. Meðan teir vaksnu og unglingar koyrdu í 45 minuttir pluss eitt umfar, so koyrdu børnini millum 2 og 8 km, alt eftir hvørjum bólki tey súkklaðu í.
Christian Guttesen og Eli Christiansen vóru væl fyri, og ongin tjansur var tí hjá Gunnar Dahl-Olsen at sleppa avstað frá feltinum. Tað bleiv tí koyrt taktiskt, og onki var tí avgjørt fyrr enn í endaspurtinum. Christian opnaði, men Gunnar lá so mikið væl fyri, at hann megnaði at fara fram um í avgerandi løtuni. Gunnar átti munin, men tað vóru bert sentimetrar, ið skiltu nummar eitt, tvey og trý. Christian gjørdist nummar tvey og Eli kom á mál sum nummar trý.
Hóast hann bert er 14 ár, so hevur Torkil Veyhe valt at koyra saman við unglingunum í ár. Væl gekk, og hann megnaði, eisini í einum endaspurti, at vinna á Bergur Johansen av Argjum.
Kappingin eydnaðist væl, hetta hóast nógvir bilur skuldu til og frá kappróðrinum, men uttan góða hjálp frá ferðslupolitinum, hevði tað neyvan gingið so væl.
Næsta kapping verður á Sundalagsstevnuni, og tá verður kappast í einkultstarti. Kappast verður eisini millum børn og ung, men hvussu hendan kapping verður skipað, er ikki endaliga greitt enn.
Úrslit av eystanstevnuni
Vaksin (45 min+1 umgang)
1Gunnar D. Olsen
2Christian Guttesen
3Eli Christiansen
4Esmar Joensen
5Sverri M. Edvinsson
Ungdómar (45 min+1 umg.)
1Torkil Veyhe
2Bergur Ingemarsson
Dreingir 12-14 ár
Kappsúkkling (8 umf.)
1Sigmund Olsson
2Rani G. Jacobsen
3Niels Christiansen
Dreingir 12-14 ár
Fjallasúkkling (6 umf.)
1Kári Joensen
Dreingir 9-11 ár (4 umf.)
1Harald Joensen
2Helgi Lamhauge
3Jens Pauli Johansen
Gentur 6-8 ár (2 umf.)
1Hildur Poulsen
2Katrin H. Iversen
Dreingir 6-8 ár (2 umf.)
1Jóanis Albret Nielsen
2Kristian Johansen
3Tóri Nielsen